Nógv undraðust tá besti leikarin í føroysku deildini, Turið Arge Samuelsen, ikki varð úttikin til landsdystirnar móti Luksemborg.
- Vit vilja gjarna hava at vit hava dedikeraðar spælarar rundan um landsliðið, og tað er í ordan um man ikki følir, at man ikki kann vera ein partur av tí. Men tá man kann vera partur av tí, er man eisini við á landsliðnum, sigur Claus Mogensen um úttøkuna, tá vit spyrja um elefantin í rúminum.
- Vit hava ein fínan dialog, og um tað passar inn hjá øllum pørtum, verður Turið Arge Samuelsen við aftur móti Svøríki og Íslandi, sigur Claus Mogensen, venjari hjá føroyska A-landsliðnum.
Annars var landsliðsvenjarin væl nøgdur við 39-21 sigurin móti Luksemborg.
- Vit vistu at vit fór at vera betur, men eg eri væl nøgdur við maátan vit gjøgnumføra dystin uppá, sigur hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald