Hondbóltur

Dánjal toppskjútti í íslendska stórsteypadystinum - Jóhannes og teir vunnu

Tveir føroyingar mitt í rokanum, tá almenna startskotið til íslendska kappingarárið var. Góð upphiting hjá Stjarnuni og Jóhannesi Bjørgvin til European League.

Jóhannes Bjørgvin í steypafinaluni í mars. Hana tapti Stjarnan fyri Fram, men mikukvøldið vóru teir í bláum omaná móti greipuvinnarunum (Mynd: Harald Bjørgvin)

Jóhannes Bjørgvin í steypafinaluni í mars. Hana tapti Stjarnan fyri Fram, men mikukvøldið vóru teir í bláum omaná móti greipuvinnarunum (Mynd: Harald Bjørgvin)

2025-08-23 11:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mikukvøldið varð fyrsti kappingardystur í íslendskum hondbólti í kappingarárinum 2025/2026.

Talan var um stórsteypadystin hjá monnum og eina føroyingauppgerð. Fram gjørdist greipuvinnari síðsta kappingarár, og fyri stuttum fingu Einar Jónsson og teir fatur á Dánjali Ragnarsson.

Sí eisini: Dánjal Ragnarsson kortini ikki í Neistanum hetta kappingarárið - skal til islendsku meistararnar

Bakspælarin er leigaður úr Neistanum, og í sínari almennari afturvendan til íslendskan hondbólt gjørdist Dánjal toppskjútti við sjey málum.

[object Object]
Dánjal Ragnarsson saman við Janusi Dam Djurhuus eftir at íslendskameistaraheitið er komið í hús við ÍBV í 2023 - í vikuni gjørdist ikki talan um steyp, men Dánjal er komin væl inn í íslendskan hondbólt aftur 

Tað rakk tó ikki hjá Dánjali Ragarsson og høvuðsstaðarfelagnum. Jóhannes Bjørgvin og Stjarnan taptu steypafinaluna fyri Fram 1. mars, men hesaferð vann Stjarnan.

Tað endaði 29-28 eftir 15-15 í steðginum í spennandi dystinum. Føroyski vongurin hjá vinnarunum skoraði tvey mál í stórsteypadystinum.

[object Object]
Johannes Bjørgvin í steypafinaluni (Mynd: Harald Bjørgvin)

Íslendska landskappingin byrjar fyrstu vikuna í september. Valur hevur eisini tveir føroyingar - Allan Norðberg og Bjarni í Selvindi. 

Fram og Dánjal eru eisini í bólkaspælinum í European League, næststerkastu evropeisku kappingina. Jóhannes Bjørgvin og Stjarnan skulu stríðast um pláss har í undanumfarinum móti rumenskari mótstøðu 30. og 6. september, og harvið var dysturin mikukvøldið ein góð upptakt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder