Hondbóltur

Danmark og allarflestu favorittarnir sannførandi

Tað var bert Kili, ið loypti hvøkk á í HM dag, har ein føroyingur fekk debut.

Danir kundu fegnast eftir stórsigurin í Herning í kvøld
(Mynd: EPA)

Danir kundu fegnast eftir stórsigurin í Herning í kvøld (Mynd: EPA)

2019-01-12 22:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seks dystir í HM-endaspælinum í Danmark og Týsklandi vórðu leiktir í dag. Tað vóru í bólkunum A og C, at liðini spældu í 2. umfari.

Í HM er ein ávísur munur á teimum bestu og teimum veikastu, og tað er ein munur á heimspørtum. Hetta sást eisini í dag. Fýra av teimum stóru evropeisku londunum vunnu við meira enn tíggju málum. Frakland vann á Serbia, meðan vertslondini og Norra vunnu á londum uttnafyri Evropa. Norðmenn vunnu við heili 19 málum á Saudi Arabia.

Russland vann eisini greiðan sigur, men heilt stóra yvirraskilsi kom í Herning, har Kili vann á Eysturríki. Kilienar vóru var fyri lemjandi ósigri móti Danmark á byrjunardegnum, men ´idag byrjaði liðið væl og helt leiðsluni væl. Munurin gjørdist heili seks mál, og fyrrverandi spanski stórleikarin Matteo Garralda stóð á odda fyri einari sensatión. Eysturríki spældi í gjár, og hevði tí ikki nógva hvíld; møguliga hetta spældi eitt sindur inn.

Danir vóru aftur í hopla í kvøld, og teir skaptu nógva frøi í Jyske Bank Boxen. Aftur gekk Rasmus Lauge á odda, Niclas Landin var framúr, Casper U. Mortensen hevur framvegis ikki brent eitt skot í HM, Mikkel Hansen skein í nøkrum støðum, og Jóhan á Plógv Hansen fekk tvey mál. Danmark kom á odda 7-0 og koyrdi harrftir sigurin heim. 

Les eisini: Eitt korter og tvey mál til Jóhan á Plógv Hansen

Í morgin er 2. umfar í bólki B og D á skránni. 


Bólkur A: 
Týskland 4
Frakland 4
Russland 3

Serbia 1
Brasila 0
Korea 0

Russland - Korea 34-27 (20-13)
Týskland - Brasilia 34-21 (15-8)
Frakland - Serbia 32-21 (15-12)

Bólkur C:
Danmark 4
Norra 4
Eysturríki 2
Kili 2
Saudi Arabia 0
Tunesia 0

Eysturríki - Kili 24-32 (15-14)
Norra - Saudi Arabia 40-21 (20-10)
Danmark - Tunesia 36-22 (19-10) 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder