
Katowice, Pólland (Portalurin): Tað er stórur munur á, hvat næsta vikan hevur at bjóða, um man endar nummar eitt ella tvey í sínum bólki og nummar trý ella fýra í sínum bólki.
Føroyar eru í góðari støðu eftir tvey umfør í U21 HM-bólkaspælinum og kunnu spæla seg víðari við at fáa stig móti Rumenia í morgin. Ein sigur tryggjar 1. plássið og tvey stig við víðari. Dysturin byrjar klokkan 10.45.
Um føroyingar tapa, skulu teir sita í høllini, bíta negl og vóna, at Ísland ikki vinnur á Norðurmakedónia - ella í øllum førum ikki vinnur ov stórt.
Støðan í bólki F eftir 2. umfar:
1. Rumenia 4 stig (Víðari)
2. Føroyar 3 stig (+5)
3. Ísland 1 stig (-4)
4. Norðurmakedónia 0 stig (úti)
Um Føroyar og Ísland enda jøvn í stigum, snýr tað seg um samlaða málúrtøku. Hara hava Føroyar í løtuni fyrimun upp á níggju mál
Dystarskráin fyri seinasta 3. og seinasta umfar sær soleiðis út:
Leygardagin 21. juni
10.45: Føroyar - Rumenia
13.00: Ísland - Norðurmakedónia
Sí eisini: Føroyar hava alt í egnum hondum í HM-bólkinum
Stórar hondbóltstjóðir bíða
Føroyar vunnu við trimum málum á Fraklandi í U18-endaspælinum í 2022. Til EM-endaspælið fyri U20 landslið í fjør, vóru tað fraklendingar, ið vunnu við trimum málum, tá liðini hittust. Um Føroyar koma víðari til meginumfarið í Póllandi, skulu nógvir av somu spælarunum hittast aftur - hesaferð í einum HM-endaspæli.
Frakland og Danmark hava spælt seg víðari í hinum bólkinum, sum er her í Katowice (bólki E). Hann verður knýttur saman við okkara bólki í meginumfarinum.
Tey hægst styrkismettu liðini í bólkinum hava bæði vunnið risastórt á Meksiko - við ávikavist 29 málum og 28 málum - og samanumtikið trygt á Marokko.
Óli Mittún, sum í løtuni er HM-toppskjútti, skoraði heili 80 mál í sjey EM-dystum í U18 EM. Millum annað var hann heilt flúgvandi við 13 málum í minniliga sigrinum móti Fraklandi - skjótt kunnu liðini hittast aftur (Mynd: EHF)
Frakland og Danmark spæla bólkafinalu um tvey stig við víðari í annaðkvøld. Hesi kunnu vera ógvuliga týðandi, tí tey geva so stóran fyrimun í meginumfarinum, har fýra lið stríðast um tvey fjórðingsfinalupláss.
Føroyar spæla tí ikki bert um at koma víðari í morgin: Liðið spælir tveimum stigum móti Rumenia og harvið tveimum stigum við víðari. Um tað eydnast, so er ikki neyðugt at vinna á bæði Danmark og Frakland fyri at røkka fjórðingsfinalunum. Danir endaði við EM-bronsu í fjør (U20) og HM-silvuri í 2023 (U19). Teir mangla onkran stóran profil nú, men talan er um ógvuliga sterkt lið.
Fyrsta fetið hjá føroyingunum er at koma víðari. Eitt stig móti Rumenia, ið longu hevur tryggjað luttøku í meginumfarinum, er í øllum førum nóg mikið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald