Eftir málleysu uppgerðirnar og eitt lítið áhugavert punktum fyri bólki C í gjárkvøldið, er seinasti dagur við bólkaspælsdystum í EM 2024 komin. Tað er serliga stórur spenningur í bólki E, har øll liðini í bólkinum hava trý stig. Dystirnir har byrja klokkan 17.
Les eisini: Liðini megnaðu einki frameftir
EM 2024 - 3. og seinasta umfar í bólkaspælinum
Bólkur E:
Rumenia 3 stig (+1)
Belgia 3 stig (+1)
Slovakia 3 stig (0)
Ukraina 3 stig (-2)
17.00:
Slovakia - Rumenia (TV2/TV2 Play)
Ukraina - Belgia (TV2 Sport X/TV2 Play)
Bólkur F:
Portugal 6 stig *
Turkaland 3 stig
Kekkia 1 stig
Georgia 1 stig
* Víðari - sum vinnari av bólkinum
20.00:
Georgia - Portugal (TV2/TV2 Play)
Kekkia - Turkaland (TV2 Sport X/TV2 Play)
Vit fáa helst nakað av undirhaldi - serliga millum klokkan 17 og 19 tá øll hava alt uppá spæl. Belgia er størsti favrotturin har, eftir at liðið kom í gongd móti Rumenia. Ukraina er í tyngstu støðuni: Ringast málúrttøku og sterkasta mótsstøðuliðið eftir. Alt er tó opið, og trý lið koma allarhelst víðari úr hesum bólkinum.
Romelu Lukaku í dystinum móti Rumenia, har Belgia vann, men áleyparin aftur fekk eitt mál kolldømt. Í kvøld hava bæði liðini EM-laguna uppá spæl (Mynd: EPA)
Seinni er tað ein "finala" um 2. plássið millum Kekkia og Turkaland. Kekkar skulu vinna fyri at koma víðari - turkar kunnu nýta javnleikin. Georgia skal eisini vinna. Tað er ímóti trygga eitt'arunum í bólkinum, Portugal, sum helst fer at spara nógvar spælarar. Tað merkir tó ikki, at Georgia ikki fer at møta ógvuliga sterkari mótsstøðu í Gelsenkirchen.
Áttandapartsfinalurnar byrja leygardagin
EM hevur eina heldur løgna kappingarskipan. Tað er tann sama, ið varð nýtt til HM-endaspølini í 1986, 1990 og 1994 - áðrenn farið varð til 32 lið. Nakað av kjaki hevur verið um skipanina, sum helst burdi verið broytt. Eitt er, at ov nógv lið koma víðari í mun til luttøkutal, og man tískil millum annað fær heldur keðiligar og kanska lítið sigandi dystir í bólkaspælinum.
Eitt annað er, at tað er heldur ógreitt og tilvildarligt hvør møtir hvørjum í áttandapartsfinalunum. Tað hongur millum annað saman við, at tað eru fýra tý'arar, ið koma víðari.
Eftir dystirnar undanfarnu kvøldini er endaliga greitt, hvørjar tvær tær fyrstu áttandapartsfinalurnar eru. Talan er um tær, ið verða spældar leygardagin - eftir at "hvílidagar" hava verið hósdag og mikudag. Sveis skal spæla móti evropameistarunum, og danir, ið framvegis ongan dyst hava vunnið, skulu spæla móti vertunum.
Fyrstu áttandapartsfinalurnar
Leygardagin 29. juni
17.00: Sveis - Italia (Berlin)
20.00: Týskland - Danmark (Dortmund)
Um 22-tíðina í kvøld verður greitt, hvussu áttandapartsfinalurnar fara at síggja út. Ongland, Spania, Frakland, Portugal, Eysturríki, Niðurlond og Slovenia eru fyri vissu víðari, útyvir tey fýra omanfyrinevndu.
Dagført: 13.13
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald