Annað

Danmark víðari eftir fyrsta málleysa javnleikin í HM

Danmark og Frakland fingu eitt úrslit, sum bæði liðini kundi brúka, tá liðini spældu ein linligan og taktiskan dyst í Moskva.

Danmark og Frakland spældu málleysan javnleik í hitanum í Moskva(Mynd: EPA)
(Mynd: EPA)

Danmark og Frakland spældu málleysan javnleik í hitanum í Moskva(Mynd: EPA) (Mynd: EPA)

2018-06-26 17:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Danmark er víðari til áttandapartsfinaluna í einum HM-endaspæli fyri fyrstu ferð síðani 2002. Danmark endar nummar tvey í bólkinum eftir Frakland. Hetta er greitt eftir seinastu dystirnar í bólki C í dag.   

Danir fóru inn til dystin ímóti Fraklandi í Moskva, vitandi um at eitt stig var nóg mikið at koma víðari. Og tað var eisini tað, sum Åge Hareide og hansara menn fóru eftir.

Yousuf Poulsen var leikbannaður til dystin. Martin Braithwaite avloysti hann á høgra kanti. Andreas Cornelius var komin inn fyri Nicolai Jørgensen í álopinum, og Mathias Zanka Jørgensen kom inn í miðverjuna, og Andreas Christensen varð fluttur uppá plássið hjá Lasse Schone á miðvøllinum. Frakland hevði tørv á einum javnleiki fyri at vinna bólkin. Leikarar sum Samuel Umtiti, Paul Pogba og Kylian Mbappé vóru spardir frá byrjan.

Danmark byrjaði dystin væl. Fyrstu minuttirnar fingu danir skapt nakrar støður frammi á vøllinum. Skjótt tók Frakland tó av álvara yvir. Fraklendingar høvdu bóltin sera nógv, tó uttan at skapa nakað nevnivert, uttan eitt gott skot frá Ousmane Dembele. Danska liðið stóð sera kompakt í einari 4-5-1 skipan og hótti sjalvdan. Tað var tó sera nær við, at Christian Eriksen fekk prikað bóltin í málið eftir eina umstilling. Men 0-0 í hálvleikinum.

Sum seinni hálvleikur leið komu danir longur fram á vøllin og høvdu bóltin meira í løtum. Men hvørki teir ella fraklendingar skpatu upplagdar møguleikar. Sum dysturin leið gjørdist alsamt meira greitt, at 0-0 var fínt fyri báðar partar. Leikferðin var lág, feilirnir nógvir og undirhaldsvirði avgjørt ikki høgt. Hetta góvu uttanveltaðu áskoðarnir á risastóra Luzhniki leikvøllinum ábending um. Heldur ikki fronsku áskoðarnir vóru nøgdir, tá bólturin bara róliga varð rullaður runt, ella tá Frakland ikki fekk opna donsku verjuna, og tað hoyrdust eisini buh-róp, tá dómarin floytaði av. Hetta var fyrsti 0-0 dysturin í hesum HM-endaspælinum.  

Donsku fjeppararnir kundu tó fegnast. Tað var við einum verjukendum útgangstøði og góðum verjukendum arbeiði, at Danmark greiddi sína skyldu. Eftirsum Peru vann á Avstralia, so var plássið í áttandapartsfinaluni ongantíð í vanda. Danmark fór ongantíð av álvara eftir at vinna, og harvið fáa fyrsta plássið í bólkinum, og skal nú helst møta Kroatia sunnudagin í Nishny Novgorad.

Hvat mótstøðuliðið hjá Fraklandi verður, finna vit útav í kvøld. Tað kann verða Nigeria, Argentina ella Ísland. Fraklendingar eru, eins og danir, víðari uttan at bergtaka nakran. 

Í Sochi skuldi Avstralia vinna á Peru, ið ikki hevði møguleika at koma víðari. Men suðuramerikanska liðið, ið hevði spælt væl í undanfarnu dystunum, ætlaði avgjørt ikki at leggja seg niður.

Avstralia hevði bóltin meira, men tað var Peru, sum kom á odda í 18.minutti. Liðformaðurin Paolo Guerrero legði ein bólt tvørturum brotsteigin, og har fluktaði André Carrillo bóltin sera væl niður í longra málhorn. Avstralia skuldi nú reisa seg, og eftir hálvan tíma breyt Tom Rogic sjálvur ígjøgnum, men skotið sat mitt á málverjan. Fimm minuttir seinni var ein tvørbóltur sera nær við at enda í málinum. Tíðliga í 2.hálvleiki økti Peru tó. Bòltuin stakk til Guerrero í brotsteginum, og 34-ára gamli áleyparin var eirindaleysur.

Nú gjørdist brekkan ov tung fyri Avstralia, og tað endaði 2-0 til Peru í Sochi. Um hugt verður eftir øllum dystunum, so er tað uppiborið, at Peru fær stig í hesari kappingini. Fyrsti sigurin hjá Peru í einum HM-endaspælið í 40 ár. Avstralia var ikki nær við at bjóða Danmark av um 2.plássið.

Danmark – Frakland 0-0(0-0)

Avstralia – Peru 0-2(0-1)

   
 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder