Hondbóltur

Danska álopsmaskinan knústi Frakland í hálvfinaluni

Við ein heilt framúr góðum avriki spældi Danmark seg í HM-finaluna, ið verður leikt á heimavølli sunnudagin.

Mikkel Hansen og danir setti fronsku heimsmeistararnir uppá pláss í Hamburg
(Mynd: EPA)

Mikkel Hansen og danir setti fronsku heimsmeistararnir uppá pláss í Hamburg (Mynd: EPA)

2019-01-25 18:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Lagt var upp til eina ógvuliga spenanndi hálvfinalu í Hamburg, tá Frakland og Danmark hittust. Franska landsliðið hevur dominerað manshondbólt tað mesta av hesari øldini, men í kvøld varð eingin spenningur um, hvør skuldi vinna dystin. Tað var Danmark, ið domineraði í kvøld. sat á dystinum allan vegin og vann sera greitt á sterka franska liðnum.

Danmark skoraði uppá sínu fyrstu seks álop og høvdu als ongar trupulleikar við at koma til møguleikar allan dystin. Àlopsspælið fleyt sera væl, og danir skoraðu uppá allar mátar: Frá strikuni, frá vonginum og í 1. hálvleiki komu tvey mál beinleiðis frá miðjuni og tvey frá Niklas Landin, eftir at Frakland ikki fekk skift málverjan nóg skjótt innaftur.

Mikkel Hansen var fullkomiliga óstýriligir í sínum landsdysti nummar 200; serliga í 1. hálvleiki. Hann skoraði 12 mál, har tey flestu vóru framúr, og hann var við at seta spælið sera væl upp. Rasmus Lauge var eisini framúr í dag, og Morten Olsen kom inn og fekk ein nógv størri og meira týðandi leiklut enn í undanfarnu dystum. Allir tyktust at raka sítt toppstøði og landsliðsvenjarin tyktist at hava rakt púra rætt.

Liðið hjá Nikolaj Jaocobsen bygdi skjótt eina góða leiðslu upp og skoraði heili 21 ferðir í fyrra hálvleiki. Málverjarnir hjá Fraklandi høvdu bert eina bjarging í 1. hálvleiki. Landin hevði eisini trupulleikar at í hinum málinum, men so kom Jannick Green inn og fekk fatur á fleiri skotum. Danska liðið helt fram at skora næstan eftir vild í 2. hálvleiki og var í trimum førum á + 10. Frakland fekk tó eisini nógv mál eftir steðgin, so danski sigurin gjørdist ikki ”bara” átta mál.  

Samanlagt var danska avrikið ógvuliga sannførandi. Mistøkini vóru ógvuliga fá - so at siga eingir teknsikir feilir og bóltar ið vórðu tveittir burtur. Donsku frásøgumennirnir manglaðu til tíðir orð, og hátturin ið álopsspælið varð gjøgnumførd uppá var eisini framúrskarandi og serstakur. Talan var eisini um heimsmeistaran, ið Danmark setti uppá pláss. Tvær tær seinastu ferðirnar hevur Frakland vunnið HM og heili seks ferðir hesa øldina.

Danir fáa nú møguleikan at vinna sítt fyrsta heimsmeistaraheiti. Á heimavølli sunnudagin verður mótstøðuliðið Týskland ella Norra. Tað fæst svar uppá seinni í kvøld. Spurningurin er eisini, um Jóhan á Plógv Hansen verður við í hópinum. 24-ára gamli føroyingurin kom ikki á vøllin fjórða dystin á rað. Jóhan og hansara liðfelagir úr BSV, Nikolaj Markussen og Øris, sótu á bonkinum allan dystin saman við Casper U. Mortensen og Simon Hald. Tað er framvegis møguleiki fyri, at Hans Lindberg verður skiftur innaftur í hópin fyri Jóhan.

Les meira

Danmark - Frakland 38-30 (21-15)

19.30: Týskland - Norra (DR1)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder