Jóhan á Plógv Hansen fekk ikki ein einasta minutt í millumumfarinum, har Danmark vann á Ungarn, Egyptalandi og Svøríki. 24-ára gamli føroyingurin fekk ananrs rímiliga nógva tíð í bólkaspælinum, har hann gjørdi tað gott.
Teir ið byrja á vongplássunum hava verið flúgvandi seinastu dystirnar, og Magnus Landin og Lasse Svan skoraðu uppá øll síni skot í dystinum ímóti Svøríki (9 av 9). Landin er, umframt at vera tryggur frá vinstra vongi, sera sterkur í verjupartinum, og Lasse Svan er ísakaldur og hevur rutinuna.
Ein annar høgri vongur við nógvum roynum er Hans Lindberg. 37-ára gamli leikarin við 250 landsdystum gjørdist skaddur í fyrsta dystinum ímóti Kili. Men nú sær út til, at hann kann venda aftur til eina møguliga HM-finalu.
Hans Lindberg hevur spælt nógvar avgerandi dystir fyri Danmark, og hansara royndir kunnu tí gerast umráðandi, um Danmark skal spæla finalu sunnudagin. Landsliðsvenjarin sigur tó, at hann skiftir ikki út nú, tí hann verður noyddur at bíða um nakrir skaðar koma undan seinasta dystinum. Men við Jyllandsposten váttar Nikolaj Jacobsen:
"Hans er til reiðar. Hans kan godt koma inn i kappingina aftur sunnudagin"
Lindberg hevur vant við fullari megi seinastu tíðina, og tað kann merkja at Jóhan á Plógv verður skiftur út áðrenn sunnudagin. Danmark spælir hálvfinalu ímóti Fraklandi í Hamburg seinnapartin. Fyrsta bríksl er klokkan 16.30, og dysturin kann síggjast á TV2.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald