Tórshavn Open og Faroe Islands Open hevur seinastu árini verið á Glasi sum eitt stórt tiltak, og tað verður eisini soleiðis í ár. Kappingin er á skránni um vikuskifti.
Kappingin í ár er krútsterk, við fleiri spælarum, ið vóru HM í 2023. Undanfarin ár hava bert útlendingar spælt seg til semifinalur og finalur hjá monnum og kvinnum, men kanska onkur føroyskur spælari klárar tað í ár. Føroyskt dart hevur verið í stórari menning seinastu árini. Feløg og einstaklingar
venja miðvíst og tað sæðst aftur í heimligu kappingini og í úrslitum hjá landsliðunum.
Tað kann nevnast, at manslandsliðið gjørdist nummar 16 og kvinnurnar aftast saman við trimum øðrum londum í EM í Spania í fjør. Eisini vóru nøkur framúr góð einstaklingaúrslit vóru í somu kapping. Serliga var tað Jan McIntosh, ið spældi seg heilt fram í kvartfinaluna.
Higartil hava umleið 130 spælarar meldað seg til kappingarnar í føroyska høvuðsstaðnum um vikuskiftið. Harav eru 70 útlendingar. Tey koma úr Íslandi, Svøríki, Danmark, Onglandi, Skotlandi, Týsklandi, Ungarn, Romenia og Bulgaria.
Ímillum tey tilmeldaðu eru fleiri landsliðsleikarar úr Danmark, Svøríki og Íslandi. Hjá monnunum eru fýra spælarar úr aktuella top 50 styrkilistanum hjá WDF, og hjá kvinnunum eru 3 av sama styrkilista.
Hjá monnunum eru hesir: John Scott (Stórabretland), Edwin Torbjørnson (Svøríki), Matthew Edgar (Stórabretland) og Scott Waalters (Stórabretland). Dartáhugaði kennast kanska við navnið Matthew Edgar. Hann er, afturat at verða ein
framúrskarandi dartspælari, eisini kendur frá Edgar TV. Tað er hansara youtubekanal, ið sendur alt møguligt um dart og dartkappingar.
Hjá kvinnunum er talan um Margaret Sutton Stórabretland), Maud Jansson (Stórabretland) og Gréta Tekauer (Ungarn). Gréta Tekauer úr Ungarn er í stórformi í løtuni. Hon hevur verið í heili fimm finalum síðanu septembur.
Kappingarnar verða á Glasir leygar- og sunnudagin (23. og 24. mars) frá klokkan 11.00 á morgni til umleið kl 21:00 á kvøldið. Semifinalur og finalur byrja klokkan 19:00 og verða allar spældar í Atrium. Sjónvarpsframleiðsla sæðst á stórskermi við legendariska stadionspeakaranum Kristian Joensen sum "master callara".
Tað er ókeypis atgongd og okkurt lætt etandi og drekkandi fæst til keyps eisini.
Havnar Dartfelag
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald