Fótbóltur

De Bruyne var munurin

Danmark var greitt omaná fyri stegðin í Parkini, men so kom ein av heimsins bestu miðvallarum á vøllin, og hann avgjørdi dystin. Harvið er greitt, at Danmark skal vinna á Russlandi í triðja umfari fyri at koma víðari.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-06-17 21:19 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var eitt tendrað danskt lið, ið kom út á vøllin á Eysturbrúgv í kvøld. Sólin bakaði niður, og teir 25.000 áskoðarnir vóru byrjaðir at larma langt áðrenn: Nú skuldi fótbólturin aftur í fokus, og EM-veitslan í Keypmannahavn byrja.

Tað var tó støðgur í, í ein minutt í fyrra hálvleiki, tá tíð varð sett av til at heiðra Christian Eriksen, sum eisini varð heiðraður áðrenn dystin. Hetta var eftir tíggju minuttir, tá áskoðararnir, leikararnir, dómararnir, venjararnir og onnu klappaðu fyri 29-ára gamla manninum, ið framvegis liggur á Ríkissjúkrahúsinum.

Les eisini: 

Støðgaðu dystinum eftir tíggju minuttir
Christian Eriksen skal hava kvikil í hjartað

Fyrsta málið í dystinum kom longu í 2. minutti, tá danir trýstu høgt, og Jason Denayer spældu bóltin mitt í føturnar á Pierre Emile-Højbjerg. Miðvallarin fann skjótt Yussuf Poulsen, ið stutt inni í brotsteignum smekkaði til, bólturin fór í longra málhornið, og so var ein øðiligur larmur í Parkini.

[object Object]Damark fekk eina dreymabyrjan uppá dystin (Mynd: EPA)

Danir hildu fram við spæla við nógvari orku og yvirskoti og hóttu Belgia væl. Liðið á fyrsta plássið á styrkislistanum skapti ongan veruliga møguleika í fyrra hálvleiki, og danir hildu Romelu Lukaku heilt væl og forðaðu nógvum alveringum fram til stóra og sterka áleyparanum.

[object Object]Simon Kjær og danska verjan var ógvuliga stinn í 1. hálvleiki (Mynd: EPA)

3-4-3 leikskipanin eydnaðist heilt væl, men í 2. hálvleiki lyfti Belgia støði - fyrst og fremst tí Kevin De Bruyne kom á vøllin beinanvegin. Tíggju minuttir inn í 2. hálvleik legði hann upp til Thorgan Hazard, sum javnaði eftir væl spælt belgiskt álop. Síðani komu Eden Hazard og Axel Witsel á vøllin, Danmark spældi ikki við sama energi og góðsku, og tá tjúgu minuttir vóru eftir dystin spældi Belgia skjótt, bólturin kom eitt sindur út til vinstru, har De Bruyne av brotsteigarmarkinum smekkaði bóltin í málið við vinstru.

Danmark royndi at trýsta og yvirtíðini hevði Martin Braithwaite ein risa møgulaika, men stútaarin rakti yvielggjaran. Harvið endaði tað 2-1 til Belgia, sum í seinna hálvleiki vísti sín klassa, og sum fer víðari - Danmark skal vinna á Russland mánadagin og samstundis er neyðugt við belgiskum sigri á Finnlandi í Sankta Pætursborg.

[object Object]

[object Object]Kevin de Bruyne skoraði og legði upp (Myndir: EPA)


EM Bólkur B
Í dag - Hósdagin 17.06

Danmark - Belgia 1-2 (1-0)
2' Yussuf Poulsen (Pierre-Emile Højbjerg) 1-0
55' Thorgan Hazard (Kevin De Bryune) 1-1
70' Kevin De Bruyne (Eden Hazard) 1-2

Støðan eftir tvey umfør: 
Belgia 6 stig 
Russland 3 stig
Finnland 3 stig
Danmark 0 stig 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder