Hallur Hansson og Deni Pavlovic hava býtt spælitíðina ímillum sín seinastu tveir dystirnar, og soleiðis verður helst eisini í dag. Hesaferð er tað serbin, ið byrjar inni, og er hetta einasta broytingin, sum Magne Hoseth og toymi hava framt:
Byrjanaruppstillingin hjá KÍ :
KÍ (5-4-1/3-4-3): Nils Jonatan Johansson - Jóannes Kalsø Danielsen, Børge Petersen, Odmar Færø, Vegard Forren, René Shaki Joensen – Árni Frederiksberg, Deni Pavlovic, Jákup Biskopstø Andreasen, Claes Phillip Kronberg – Luc Kassi
Hallur Hansson er harvið á bonkinum og fer helst at avloysa Deni einaferð. Annars eru millum annað Patrick Da Silva, Heini Vatnsdal, Jonn Johnnessen og Sivert Gussiås á bonkinum.
Páll Andrasson Klettskarð er eisini á listanum, men tað er greitt, at hann og Mads Boe Mikkelsen - eins og til dystin í Føroyum - ikki eru tøkir.
Les eisini: Søguligur dagur í Svøríki
Champions League 2. umfar, seinni dysturin
Bravida Arena, mikudagin
18.00: BK Häcken - KÍ
Sjónvarp: KVF
Útvarp: FM1
Portalurin hevur ymiskt tilfar av Bravida Arena í kvøld.
Sí allar videoupptøkurnar frá túrinum:
Magne Hoseth: - Skulu tora at gera nakað við bóltin og leypa á
Jonathan Johansson: Hevði flent um onkur fortaldi mær um hetta áðrenn
Árni Frederiksberg: Verður eitt vónbrot um vit ikki vinna
Shaki: Altíð spælt fyri slíkum dystum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald