Fótbóltur

Søguligur dagur í Svøríki

Svensku meistararnir taka ímóti teimum føroysku. Hvørki KÍ ella BK Häcken hava verið í 3. umfari í CHL ella í nøkrum evropeiskum bólkaspæli áður. Ein sigur í kvøld tryggjar hetta.

Ró, sjálvsálit og yvirskot. Hetta valdar í KÍ-leguni. Spurningurin er, um tað er nóg mikið til at skapa sensatiónina í Svøríki (Mynd: Sverri Egholm)

Ró, sjálvsálit og yvirskot. Hetta valdar í KÍ-leguni. Spurningurin er, um tað er nóg mikið til at skapa sensatiónina í Svøríki (Mynd: Sverri Egholm)

2023-08-02 13:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Göteborg, Svøríki (Portalurin) - Tað er BK Häcken, sum er stórur favorittur á pappírinum, og tað er eisini tað, sum víst verður á í svenskum miðlum. Sjálvur vøllurin, ið er fimm metrar longri og fýra metrar breiðari enn tann í Klaksvík, verður eisini drigin fram sum stórur fyrimunur hjá Häcken.

Í KÍ-leguni trúgva teir tó týðiliga uppá tað undan seinna dystinum í seinna umfari. Ongantíð áður hevur eitt føroyskt felag sligið ein norðurlendskan meistara út, og ongantíð áður hevur eitt føroyskt meistaliðið spælt seg víðari tvær ferðir sama ár í Champions League. Eitt pláss í bólkaspælinum.

Sí eisini: 
Soleiðis kann KÍ koma í eitt bólkaspæl
Myndir: Til venjing hjá KÍ í Göteborg
Upp ímóti 100 KÍ-fjepparum og 5.000 áskoðarum samanlagt

[object Object]
Mynd: KÍ

Tað hevði eisini verið nakað heilt nýtt fyri BK Häcken. Felagið er í Champions League á fyrsta sinni. Liðið hevur tó vunnið á millum annað Aberdeen og Sparta Prag, tá tey hava vitjað í Göteborg seinastu árini.

Magne Hoseth og hansara menn skulu nýta líknandi uppskrift sum seinastu dystirnar í kvøld. Einki mál er farið inn í Champions League higartil, og KÍ skal syrgja fyri at tekniskt sterka og spælstýrandi Häcken skal leita leingi og hart eftir upplagdu málmøguleikunum. Eisini er umráðandi at stoyta aftur. Tað er eitt fokuspunkt hjá KÍ at hótta Häcken á rætta hátt, og at gagnnýta plássið sum verður.

Tað er greitt, at KÍ hevur tveir aðrar møguleikar at tryggja sær bólkaspælspláss. Teir í bláu leguni, tey umleið 100 sum nú leitað sær til Göteborg at stuðla, og nógv onnur viðhaldsfólk vóna, at nýggj søga verður skrivað í kvøld, og at enn eitt stórt úrslit verður skapt.

Sí allar videoupptøkurnar frá túrinum:
Magne Hoseth: - Skulu tora at gera nakað við bóltin og leypa á
Jonathan Johansson: Hevði flent um onkur fortaldi mær um hetta áðrenn
Árni Frederiksberg: Verður eitt vónbrot um vit ikki vinna
Shaki: Altíð spælt fyri slíkum dystum

Páll Andrasson Klettskarð, Mads Boe Mikkelsen og Óli Eyðsteinsson Poulsen eru ikki tøkir. Heini Vatnsdal fær helst spælt eina løtu, eins og Jonn Johannessen. Einasta ivamálið í byrjanarupsstillini tykist vera, hvørt tað verður Hallur Hansson ella Deni Pavlovic, sum vera undir liðuni á Jákupi Biskopstø Andreasen á sentrala miðvøllinum.

Fyrsta bríksl á Bravida Arena verður klokkan 18 føroyska tíð. FM1 hevur beinleiðis frásøgn, og Kringvarpið vísir dystin.

[object Object]

[object Object]
Frá Bravida leikvøllinum til venjingina hjá KÍ í gjár (Myndir: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder