2024-08-04 19:55
Novak Djokovic hevur vunnið at kalla alt í sínari yrkisleið, og nú hevur hann eisini vunnið OL-gull.
Hann vann í dag sína fyrstu OL-finalu móti spanska Carlos Alcaraz.
Eftir tvey og jøvn og lang sett, sum bæðu vóru avgjørt í sonevndum tiebreakara, vann Novak Djovik við 7-6, 7-6 eftir at spælt hevði verið í tríggjar tímar.
Serbin kann nú leggja OL-gull afturat teimum 24 grand-slam heitunum, hann hevur vunnið.
(Mynd: EPA)
(Mynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald