Trier, Portalurin: So er aftur dystardagur hjá føroysku kvinnunum í Trier.
Eftir harða dystin móti Mongenegro mikukvøldið, er túrurin nú komin til Spania.
Tað er sera óvist hvussu sterkar sponsku kvinnurnar eru. Eftir at landið fyrr hevur klárað seg væl til kappingarnar í kvinnuhondbólti, hevur verið eitt ættarliðsskifti á liðnum, og liðið verður ikki mett at vera líka sterkt, sum tað plagdi at vera.
Í dystinum móti Paraguai mikudagin fingu føroysku eygleiðararnir ikki so nógv nýtt at vita um spanska liðið, sum vann ein tryggan sigur. Men tað var ein lættur sigur, og Spania vann hóast tær ikki spældu ein góðan dyst.
Tað heldur Mark Marcher Laursen, sum er teniskur stjóri hjá hondbóltssambandinum.
Samrøðan við hann kann hoyrast í beinleiðis sendingini, sum vit sendu á FM1 í gjár.
Hoyr sendingina her (tú kanst hoyra samrøðuna við Mark 14 minuttir inni í sendingini).
Spenningurin undan dystinum er stórur hjá føroysku fjepparunum.
FM1 hevur beinleiðis sending út einum av fjepparahotellunum her í Trier klokkan 11 har vit eisini fara at tosa við landsstýrismannin við mentamálum, sum er staddur í Trier í hesum døgum, og so rokna vit eisini við at fáa orðið á onkrar av skúlanæmingunum, sum eru á hondbóltsnámsferð her í Trier.
Undan dystinum í kvøld fara vit eisini at hava beinleiðis sending frá høllini. Tann sendingin byrjar klokkan 18 á FM1.
Sí samrøðu við Mariu Nólsoy, sum var gjørd eftir venjingina í gjár
FM1 tosaði eisini við málverjarnar Anniku Fríðheim og Rakul Wardum eftir venjingina í gjár
Her á Portalinum fara vit at live-blogga frá upphitingini og undir sjálvum dystinum móti Spania.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald