Fótbóltur

Dysturin um meistaraheitið

Arsenal og Manchester City bresta saman á Etihad í kvøld. Uppgerðin er ikki beinleiðis avgerðandi fyri, hvar steypið og gullheiðursmerkini enda, men talan er um lykladyst.

2023-04-26 16:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tey hava runnið kapp nú leingi í oddinum, og í kvøld er dysturin sum so nógv hava bíðað so leingi eftir á skránni. Talan er um útsettan dyst.

Manchester City hevur vunnið ella kappast um enska meistaraheitið so at siga hvørt kappingarár síðani 2011-2012. Arsenal hevur, fyriuttan eina tíð í 2015-2016, ikki verið í stríðnum leingi. Liðið hjá Mikel Arteta hevur tó verið oddalið alt kappingarárið og er framvegis fimm stig frammanfyri City.

Liðið hjá Pep Guardiola hevur tó spælt tveir dystir færri, og Arsneal hevur skinklað í seinastuni. Tríggir teir seinastu dystirnir hjá oddaliðnum eru endaðir við javnleiki. Hetta merkir, at tað liggur til City, men um Arsenal megnar at vinna útidystin í kvøld, so hevur London-felagið aftur samanlagda fyrimunin.

[object Object]
Manchester City vann 3-1 á Emirates, tá liðini hittust síðst. Eisini í FA Cup fyrr í ár var City omaná (Mynd: EPA)

Manchester City hevur royndirnar og nógvar dygdir á liðnum. Hjá Arsenal er tað ein smeitur, at sterki miðverjin William Saliba er úti við skaða. Sambært veddingarfyritøkunum er heimaliðið rímliga greiður favorittur, men talan kann gerast um satt brak.

Arsenal hevur seks dystir eftir - City hevur átta eftir. Fyrsta bríksl í kvøld verður klokkan 20.

Stríðið um enska meistaraheitið
1. Arsenal 75 stig (32 dystir)
2. Manchester City 70 stig 
(30 dystir)

20.00: Manchester City - Arsenal

Hinir dystirnir í Premier League í kvøld:
19.30: Nottingham Forrest - Brighton

19.45:
Chelsea - Brentford
West Ham - Liverpool 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder