Fótbóltur

EB/Streymur í gongd við fyrireikingarnar til næsta ár

Fyrsti sáttmálin, ið er kunngjørdur, er við 18 ára gamla Jóannes Eyðfinnsson Davidsen. Eiðismannin er eykamálverji hjá EB/Streymi.

Jóannes Davidsen saman við Fróða Reinert Petersen, formanni í EB/Streymi (Mynd: ebstreymur.fo)

Jóannes Davidsen saman við Fróða Reinert Petersen, formanni í EB/Streymi (Mynd: ebstreymur.fo)

2020-10-27 20:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

EB/Streymur vann sunnudagin fyri triðju ferð í ár á TB og stríðist nú fyri 6. plássinum í Betrideildini. Niðurflytingarvanda hevur liðið hjá Jákup Martini Joensen ongantíð av álvara verið í, og nú hetta kappingarárið nærkast endanum, eru fyrireikingarnar til komandi kappingarár av álvara farnar í gongd

Heimasíðan hjá EB/Streymi skrivar, at komandi tíðina fer felagið vónandi at kunngera fleiri sáttmálar verða longdir og kanska onkur nýggjur eisini legst afturat.

Í dag er tað komið fram, at Jan Ellingsgaard møguliga á veg til EB/Streym. Ein sáttmáli er kunngjørdur í dag. Talan er um 18 ára gamla eiðismannin Jóannes Eyðfinnsson Davidsen, ið hevur undirskrivað nýggjan sáttmála við barndómsfelagnum, sum er galdandi til endan á 2022.

Jóannes hevur í ár verið fastur málverji hjá 2. deild og U21-liðnum og hevur verið á beinkinum allar 25 dystirnar í Betri-deildini. Í áttandapartsfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið kom Jóannes Davidsen á vøllin í 2. hálvleiki, tá Ròi Zachariassen gjørdist skaddur. 18-ára gamli málverjin helt nullið fram til brotssparkskappingina.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder