Fótbóltur

Samstarvið við ÍF endað - møguliga á veg til EB/Streym

Sáttmálin hjá Jan Ellingsgaard við ÍF er nú ógyldaður, og verjuleikarin sigur við bolt.fo, at hann er í samband við EB/Streym.

2020-10-27 14:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Vit skulu við hesum boða frá, at samstarvið við Jan Ó. Ellingsgaard er endað. Somuleiðis er sáttmálin, sum annars var galdandi fyri 2021 og 2022 ógyldaður, so at Jan verður ikki partur av fremsta mansliðnum hjá ÍF komandi árini. ÍF skal við hesum ynskja Jan alt tað besta í framtíðini.

Soleiðis skrivar ÍF í fráboðan í dag. Harvið er endaliga greitt, at fyrrverandi liðformaðurin hjá ÍF er liðugur í felagnum á hesum sinni. 

Fyrr í mánaðinum kom fram, at hann ikki longur var partur av leikarahópinum orsakað av roki við Filip Djodjevic og ósemju við leiðsluna um trupulleikar í hópinum.

Jan Ellingsgaard skrivaði annars undir ein tvey-ára sáttmála fyrr í ár. Nú fer hann møguliga skjótt at skriva undir sáttmála við EB/Streym. 30-ára gamli verjuleikarin váttar fyri bolt.fo, at tað er samband millum hann og EB/Streym:

- EB/Streymur er sera áhugavert fyri meg, so ja, tað er nokk nakað hald í teimum søgunum. Eg fari tó at hugsa meg um í eina tíð, áðrenn eg seti undirskrift á ein sáttmála fyri komandi kappingarár.

 



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder