Tveir dystir í Betrideildini hjá kvinnum í dag. Talan gjørdist um tveir spennandi dystir, hóast KÍ vann greitt til endans á Skála og legði seg á odda í deildini.
EBS/Skála kom á odda, tá fyrrverandi leikarin hjá felagsliðnum, Durita Hummeland gjørdi sjálvmál. KÍ kom tó sterkt út til 2. hálvleik, og við nøkrum skjótum málum, fekk útiliðið avgjørt dystin á Skála. Greipuvinnarin hevur tað framvegis trupult, men hevði ein góðan 1. hálvleik í dag.
Í Gundadali var lagt upp til spennandi uppgerð, millum tvey lið sum høvdu seks stig undan dystinum. HB var tó favorittur og kom á odda í 1. hálvleiki. Men í 2. hálvleiki vísti útiliðið styrki, og var á veg ímóti einum sigri. Heidi Sevdal fekk tó tryggja HB eitt stig. Dysturin var enn eitt tekin um, at kappingin er sera jøvn.
Øll liðini hava nú leikt fýra dystir og einaferð ímóti hvør øðrum.
Betrideildin - 5.umfar
EBS/Skála - KÍ 1-5 (1-0)
1-0 Sjálvmál
1-1 Sanna Svarvadal
1-2 Malena Josephsen (br.)
1-3 Sjálvmál
1-4 Eyðvør Klakstein
1-5 Eyðvør Klakstein
HB - ÍF/Víkingur/B68 2-2
1-0 25' Julia Naomi Mortensen
1-1 57' Jensa Tórolvsdóttir
1-2 72' Hanna Isaksen Højgaard
2-2 85' Heidi Sevdal
Støðan:
KÍ 9
HB 7
ÍF/Víkingur/B68 7
B36 6
EBS/Skála 0
Næsta umfar verður leikt skírishósdag, og lagt er upp til spennandi dystir:
6 | 18.04.19 | B36 | HB | - | |
6 | 18.04.19 | KÍ | ÍF/Víkingur/B68 |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald