Hondbóltur

Ein risa avbjóðing bíðar í Tróndheimi

Føroyar skulu klokkan 13 royna seg móti ferfaldu heimsmeistarunum, sum hava Jóhan á Plógv Hansen í hópinum. Stórskíggjatiltak er við Tjarnir.

Føroyar og Danmark bresta nú saman á A-landsliðsstigi aftur - her Pauli Jacobsen Elias til U20 EM-endaspælið í 2022, tá Føroyar koppaðu Danmark og Thomas Arnoldssen í bólkaspælinum. Føroyski málverjin varð kosin dagsins spælari hendan dystin (Mynd: Harald Bjørgvin)

Føroyar og Danmark bresta nú saman á A-landsliðsstigi aftur - her Pauli Jacobsen Elias til U20 EM-endaspælið í 2022, tá Føroyar koppaðu Danmark og Thomas Arnoldssen í bólkaspælinum. Føroyski málverjin varð kosin dagsins spælari hendan dystin (Mynd: Harald Bjørgvin)

2025-11-02 10:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinasti dystardagur í Golden League er her, og tað er ikki hissini uppgáva hjá Peter Bredsdorff Larsen og hansara liði.

Landsliðsvenjarin hjá Føroyum var hjálparvenjari hjá móðurlandinum í júst yvir tíggju ár. Har var hann við at vinna EM í bæði 2008 og 2012. Danmark hevur ikki vunnið EM síðani, men seinast fýra HM-endaspælið eru endaði við, at danir hava lyft gylta steypið, og í 2024 vann liðið hjá Nikolaj Jacobsen eisini OL sannførandi.

[object Object]
Tað hevur verið torført at steðga Mahiasi Gidsel, heimsins besta spælara, og hinum í reyðum seinastu árini 

[object Object]Undir Nikolaj Jacobsen eru danir ofta sannaførandi, og vunnu teir í gjár við 16 málum móti Niðurlondum (Myndir: EPA)

Har eru heimsstjørnur á øllum plássum - tvær til flestu plássini. Spurningurin er, hvussu Nikolaj Jacobsen raðfestir móti Føroyum í dag. Onkrir av teimum heilt stóru fáa kanska frí ella ein hálvan dag, men góðskan verður í øllum førum øðilig.

Føroyar hava seinastu árini roynt seg móti Noreg og Slovenia til EM-endaspæl og Týsklandi í HM-undankapping. Men hetta er ein hyll ella tvær uppeftir. Tað verður spenanndi at vita, hvussu føroyska liðið loysir avbjóðingina. Tað fer í øllum førum inn til uppgávuna við fullu útblástri. Nakrir av lyklaleikarunum - millum annað Óli Mittún og Elias Ellefsen á Skipagøtu - vórðu spardir í gjár. Teir hava í U20-høpi roynt at vunnið á Danmark í EM-endaspæli.

[object Object]
Elias á Skipagøtu er enn nakað darvaður av stoytinum, sum hann fekk móti Niðurlondum hóskvøldið, men spælskiparin spælir helst í dag - her sæst Elias til U20 EM-endaspælið í 2022, tá Føroyar koppaðu Danmark og Thomas Arnoldssen í bólkaspælinum (Mynd: Harald Bjørgvin)

Danmark vann við 16 málum á Niðurlondum í gjár, hóast tað var rímiliga javnt gjøgnum tað mesta av fyrra hálvleiki. 

Tá hesi londini hittast, eru nøkur serlig sambond. Føroyar hava sum sagt danskan venjara og spælarar, sum hava spælt ella spæla í Danmark. Og so hevur Danmark ein føroying á liðnum. 

Tað er ikki vist, hvussu nógv Jóhan á Plógv Hansen spælir á vonginum í dag, men hann hevur spælt móti Føroyum í EM-undankapping fyrr. Nú 31-ára gamli havnarmaðurin fór sum ungur niður á hondbóltsskúla og skifti til danska landsliðið, meðan einki veruligt skipað A-landsliðsvirksemi var í Føroyum. Síðani hevur Jóhan á Plógv verið við at vunnið HM fýra ferðir á rað.

[object Object]
Ein nakað yngri Jóhan á Plógv Hansen til EM-undandystin móti Føroyum í Aalborg í 2019. Nú skal vongurin, við uppvøkstri í Kyndli og í Havn, aftur spæla móti Føroyum (Mynd: Sverri Egholm)

Hóast talan er um ein venjingardyst, so stendur eitt sindur uppá spæl hjá Føroyum í dag - serliga stoltleikin. Men fær valla ikki eitt betri høvi at veruliga "trýstkanna seg" áðrenn EM-endaspælið.

Dysturin byrjar klokkan 13 føroyska tíð og sæst í Kringvarpinum og á TV2/TV2 Play. Stórskíggjatiltak verður eisini við Tjarnir

Les eisini: Føroyar - Danmark á stórskíggja við Tjarnir

3. og seinasta umfar í Golden League-fyrireikingarkappingini
Í dag, sunnudagin 2. november:
kl. 13.00 Danmark – Føroyar
kl. 15.45 Noreg – Niðurlond

Les meia um dystin móti Noreg her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder