6. november seta Føroyar hol á undankappingina, tá Kosovo vitjar, og fýra dagar seinni spæla føroysku menninir móti Ukraina - í Litava.
Mánadagin varð hópurin hjá Peder Bredsdorff-Larsen og Hjalta Mohr Jacobsen kunngjørdir. Seinastu árini hevur tað verið gjøgnumgangandi, at fáir - og í summum førum eingin - úr heimligu kappingini hevur verið á dómaraseðlanum.
Sí eisini: Skjótt byrjar ferðin móti enn einum endaspæli
Soleiðis var millum annað til HM play-off dystirnar í mai og til tveir av trimum dystum í EM-endaspælinum í januar.
Nú er ein hópur á 18 mans úttiknir, har eingin spælir í Føroyum til dagliga:
Bakkar:
Vengur:
Um Helgi Hildarson Hoydal hevði verið tøkur, hevði tað allarhelst staðið millum hann og Ísak Vedelsbøl sum tann triði strikuspælarin. Helgi, ið vendi aftur til Hoyvíkar og H71 í summar, hevur skaða í alboganum.
Tórður Skorheim Guttesen úr Kyndli var triði málverji fyrr í ár, men ungi Aleksandar "Sasha" Lacok, ið er farin til Svøríkis at spæla, hevur eftir úttøkini at døma yvirhálað.
Tað sigur eisini eitt sindur um føroyska landsliðið í verandi støðu, at ein royndur spælari, sum stendur seg væl í næstbestu donsku deildini, ikki eingongd er við. Jónas Gunnarson Djurhuus er lyklaspælari í álopinum hjá FIF, sum gamaní ikki er eitt av toppliðunum, men deildin er helst søguliga sterk nú.
Beiggin, Janus Dam Djurhuus, er ikki við - í mun til seinast hevur Rói Berg Hansen avloyst hann. Janus spælir eisini í FIF, meðan Rói spælir í triðbestu deildini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald