Í mun til HM play-off dystirnar móti Norðurmakedónia í mai, eru ikki so nógvar broytingar í landsliðshópinum.
Málverjin Nicholas Satchwell er langtíðarskaddur, og ístaðin er 20-ára gamli Aleksandar Lacok - vansliga nevndur Sasha - úttikin sum makkari/kappingarneyti hjá Paula Jacobsen. Sasha spælir nú við Lugi í næstbestu svensku deildini. Hann er valdur frammum Tórð Skorheim Guttesen úr Kyndli, sum var triðjimálverji fyrr í ár - tá Satchwell var tøkur.
Aleksandar "Sasha" Lacok spældi eina rúgvu av U-landsdystum fyri Føroyar. Nú tekur málverjin, ið er skiftur úr Neistanum til svenskan hondbólt, stigið upp (Mynd: Egin Tollaksson Kass)
Á vinstra vongi avloysir Rói Berg Hansen Janus Dam Djurhuus. Fyrrnevndi spælir annars í einari deild lægri enn Janus í Danmark, men Køge er í oddinum, og royndi vongurin úr Havn er komin fyri seg eftir at millum annað strongd rakti tíðliga í ár - tí var Rói ikki tøkur til avgerandi HM-dystirnar.
Sí eisini: - Eg megnaði ikki at koma upp úr songini í trý samdøgur
Bjarni í Selvindi kann hesaferð fáa ein leiklut. Hann skorar eisini nógv mál fyri Val - í Íslandi og í evropeiskum dystum. Jónas Gunnarson Djurhuus sleppur ikki framat hesaferð heldur.
Helgi Hildarson Hoydal er skaddur í alboganum, og tí er tað púra nátúrligt, at Ísak Vedelsbøl avloysir hann. Harvið spæla allir í hópinum uttanlands til dagliga. Sterki 20-ára gamli strikuspælarin er nú í Sävehof.
Landsliðsvenjararnir, Peter Bredsdorff-Larsen og Hjalti Mohr Jacobsen, hava úttikið niðanfyristandandi 18 spælarar til undankappingardystirnar í november. Seinni verða 16 leikarar endaliga úttiknir til hvønn dyst - Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur ikki spælt fyri Kiel hetta kappingarárið, men verður hann eftir at øllum at døma tøkur heilt skjótt.
Í hvørjum standi er Elias Ellefsen á Skipagøtu? Hetta hevur verið ein av høvuðsspurningunum til fleiri landsliðssamlingar, og soleiðis verður tað eftir øllum at døma eisini hesaferð (Mynd: Sverri Egholm)
Málverjar:
Pauli Jacobsen, HØJ Elite (DEN)
Aleksandar Lacok, Lugi Handboll (SWE)
Bakkar:
Tróndur Mikkelsen, Kristiansand Topphåndbold (NOR)
Rói Ellefsen á Skipagøtu, IF Hallby HK (SWE)
Pauli Mittún, Team Sydhavsøerne (DEN)
Óli Mittún, IK Sävehof (SWE)
Elias Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel (GER)
Vilhelm Poulsen, TSV Hannover-Burgdorf, (GER)
Kjartan Johansen, Lemvig-Thyborøn, (NOR)
Peter Krogh, Aarhus HC (DEN)
Bjarni í Selvindi Valur, (ISL)
Vengur:
Rói Berg Hansen, Køge Håndbold (DEN)
Leivur Mortensen, FIF Håndbold (DEN)
Hákun West av Teigum, Füchse Berlin, (GER)
Allan Norðberg, Valur, (ISL)
Strikur:
Teis Horn Rasmussen, Aarhus HC (DEN)
Pætur Mikkjalsson, Team Sydhavsøerne (DEN)
Ísak Vedelsbøl, IK Sävehof (SWE)
- EM-undankappingardystirnir móti Kosovo og Ukraina, verða leiktir ávikavist, á heimavølli í Høllini á Hálsi mikudagin 6. november kl. 19.00, og á útivølli í Vilnius í Litava sunnudagin 10. november kl. 13.00. Tað er útselt til heimadystin í Føroyum, skrivar HSF.
Føroyar eru styrkismettar omanfyri Kosovo og Ukraina. Niðurlond eru hægst styrkismett í bólkinum, har tvey tey bestu eftir seks umfør koma til EM. Fýra trý'arar koma eisini víðari.
Harvið er talan um tveir dystir, ið Føroyar helst skulu vinna - í øllum førum heimadystin móti Kosovo sum eftir øllum at døma verður tann seinasti hjá manslandsliðnum á Hálsi.
Portalurin fer at fylgja báðum dystunum tætt
Dagført: 15.46
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald