Fótbóltur

Eitt nýtt tíðarskeið byrjar móti Montenegro

Føroysku kvinnurnar skulu nú spæla Nations League og leggja fyri fríggjakvøldið við nýggjum høvuðsvenjari. Heimadysturin í Havn byrjar klokkan 18.

Nú hevur UEFA tikið stig til Nations League í kvinnufótbólti eisini, og fer hetta at geva Føroyum øðrvísi avbjóðingar (Mynd: Bjarni Enghamar/FSF)

Nú hevur UEFA tikið stig til Nations League í kvinnufótbólti eisini, og fer hetta at geva Føroyum øðrvísi avbjóðingar (Mynd: Bjarni Enghamar/FSF)

2023-09-19 12:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinastu tíggju árini hevur føroyska A-landsliðið við kvinnum regluliga spælt undankappingardystir. Í ógvuliga nógvum dystum hevur munurin verið heilt stórur, og ikki síðani undan-undankapping í Føroyum í 2017, og fyriuttan Baltic Cup, hevur liðið fingið stig.

Nú hevur UEFA tikið stig til Nations League í kvinnufótbólti eisini, og fer hetta at geva Føroyum øðrvísi avbjóðingar. Talan verður um dystir, sum okkara hava nógv betri møguleika at vera væl við í.

Føroyar eru í Deild C, sum er tann lægsta av trimum. Í fyrsta bólkinum eru mótstøðuliðini Montenegro, Kýpros og Aserbadjan. Heldur ilt er at meta um styrkina hjá teimum, men útfrá dystum hjá ungdómslandsliðnum og eisini onkrum A-landsdyst burdi møguleikarnir verið fínir.

Tá Føroyar vunnu undan-undanbólkin í 2017 var ein av sigrunum móti Montenegro. Tá endaði tað 2-1. Í 2013 endaði tað 3-3 millum liðini.

[object Object]
Svenn Olsen, hjálparvenjari og danska Signe Pries Andersen, sum er nýggj í sessinum sum høvuðsvenjari (Mynd: Bjarni Enghamar / FSF)

Sí eisini: Gott lag og nýggj andlit

Hópurin hevur fyrsti venjingina saman í gjár. Fleiri eru ikki serligar royndar í A-landsliðshøpi. Høvðusvenjarin Signe Pries Andersen hevur skjótt sína fyrstu stóru próvtøku.

Byrjað verður móti júst Montenegro á heimavølli fríggjadagin (22.09) klokkan 18, og týsdagin í næstu viku spæla Føroyar á útivølli móti Kýpros. 

Atgongumerki til Føroyar - Montenegro fáast her

Hópurin til dystirnar móti Montenegro og Kýpros sær soleiðis út:

Óluva Joensen, KÍ
Valborg Østerø, B36
Ásla Johannesen, Piteå IF (Svøríki)
Heidi Sevdal, NSÍ
Sunniva Willemoes, HB
Rúna Jacobsen, HB
Eyðvør Klakstein, KÍ
Rebekka Benbakoura, KÍ
Birita Ryan, KÍ
Margit Magnusdóttir, 07 Vestur
Julia Naomi Mortensen, AaB (Danmark)
Lena Olsen, NSÍ
Jensa K. Tórolvsdóttir, FC Thy – Thisted Q
Mona Rasmusdóttir, FC Thy – Thisted Q
Sara S. Lamhauge, NSÍ
Tóra Mohr, KÍ
Tórunn H. Joensen, KÍ
Malena Olsen, KÍ
Fridrikka Clementsen, HB
Ása S. Carlsen, HB
Rúna Olsen, NSÍ
Sarita Petersen, EBS/Skála

Keldur: FSF og FaroeSoccer

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder