Elias Ellefsen á Skipagøtu var ikki við, tá Føroyar spældu teir báðar fyrstu undankappingardystirnar í oktober.
Nú er hann aftur eftir skurðviðgerð og 6-7 kilo tyngri - spælskilið hevur hann ikki mist nakað av, og 20-ára gamli spælskiparin fann sum so ofta fyrr Hákun West av Teigum:
- Planurin var faktiskt at koyra ein flúgvara til Hákun, men so kom tvey'arin upp og tók meg. So fór tað eitt sindur í vaskið, men hann bleiv so fríur allíkavæl, so tað var heldugt.
Elias setur víðari orð á, at álopsspælið var blivið heldur stirvið - rumenarnir gjørdu tað trupult fyri Føroyar við teirra fysikki og sterka mann-mann spælið. Tað er ymiskt at rætta til dystin leygardagin, staðfestir Elias Ellefsen á Skipagøtu, men hetta er stórt stig á leiðini, og teir síggja EM-møguleikarnar í føroysku leguni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald