
Elias Ellefsen á Skipagøtu er ein av sjey spælarum, sum er tilnevndur til besta spælara í Bundesliguni fyri september.
Millum hinar eru Kiel-liðfelagin og málverjin Andreas Wolff, íslendingurin Omar Ingi Magnussen og liðfelagin hjá Vilhelmi Poulsen, Justus Fischer.
Øll kunnu atkvøða, um man stovnar sær brúkara (ókeypis) á heimasíðuni hjá Bundesliguni - tað kann gerast her
THW Kiel er ósigrað oddalið eftir seks umfør, og Elias Ellefsen á Skipagøtu eigur stóran leiklut í hesum.
23-ára gamli føroyingurin er í løtuni næstbesti málskjútti í deildini - bert Mathias Gidsel er frammanfyri - við 49 málum í seks dystum.
Sambært samlaðu hagtølunum hevur Elias á Skipgøtu hægst effektivitetstal av øllum í Bundesliguni fyri september.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald