Júst farna kappingarár hevði THW Kiel ávísar trupulleikar á málverjuplássinum. Niklas Landin skifti til Aalborg síðsta summar, Vincent Gerard gjørdist ongantíð heilt til reiðar, og tað hevur verið ov langt ímillum heilt góðu dystirnar hjá Samir Bellahcene og Thomas Mrvka til at fáa allarfremstu plássini.
Í 2019 fór Andreas Wolff til Kielce í Póllandi - serliga tí at týski landsliðsmálverjin noyddist at býta spælitíðina við Landin. Kiel fær Gonzalo Perez de Vargas úr Barelona í 2025, men eftir eitt keðiligt ár í Bundesliguni (4. pláss) hevur Kiel ikki tíð til at bíða eftir einum nýggjum heimsklassamálverja.
Harvið hevur Kiel nú keypt "Andy" Wolff aftur. Tað er ikki upplýst, hvør keypsprísurin er, men sáttmálin er galdandi í fýra kappingarár. 33-ára gamli týskarin skal fáa støðufesti til málverjuspælið hjá liðnum hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu.
Wolff í landsdysti móti Føroyum í Wunderino høllini í 2022 (Mynd: Sverri Egholm)
Elias og hinir føroyingarnir høvdu sínar trupulleikar av "týska úlvinum" í HM play-off dystunum í 2022; serliga í dystinum í júst Kiel.
Wolff hevur eisini givið størri londum og nógvum stórum spælarum høvuðbrýggj á sínari yrkisleið. Kiel skal spæla European League næsta ár - ikki Champions League - og málið er at koma upp íhvussu er topp-tvey aftur í landskappingini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald