Hondbóltur

Elias og Óli skulu aftur spæla um eitt svenskt meistaraheiti

Elias Ellefsen á Skipagøtu vann SM við Sävehof í 2021 og skal royna at enda á tindinum í Svøríki. Óli Mittún vann U18 fyri stuttum - fyrsta finalan verður í Kristianstad í kvøld.

Elias Ellefsen á Skipagøtu og Óli Mittún eftir hálvfinalusigur í Ystad - systkinabørnini eru aftur í Skåne í dag, har teir spæla fyrstu SM-finaluna (Mynd: Agnar Prestá)

Elias Ellefsen á Skipagøtu og Óli Mittún eftir hálvfinalusigur í Ystad - systkinabørnini eru aftur í Skåne í dag, har teir spæla fyrstu SM-finaluna (Mynd: Agnar Prestá)

2023-05-20 13:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í 2021 gjørdist 19-ára gamli Elias Ellefsen á Skipagøtu svenskur meistari við IK Sävehof í sínum fyrsta kappingarári í svenskum hondbólti. Ungi hoyvíkingurin hevði til tíðir høvuðsleiklut, og tað gjørdi skjótt øllum greitt, at hann helst ikki fór at støðast so leingi í Svøríki.

Í fjør gjørdist greitt, at Elias eftir summarsteðgin skal spæla fyri týska stórfelagið THW Kiel. Áðrenn tað vil hann royna at gera alt fyri at verða við til at vinna Sävehof eitt SM afturat. Hetta staðfesti hann fyri Portalinum, tá vit vitjaðu í Svøríki fyri stuttum.

[object Object]
Meistaraliðið í Svøríki í 2021. Nógvir spælarar spæla enn í gulum og svørtum - ungi maðurin við krúlluta hárinum spælir nú sínari síðstu dystir við Sävehof (Mynd: IK Sävehof)

Les eisini: 
Elias: - Hava spælarar sum eru góðir í avgerandi løtum
Elias á Skipagøtu varð toppskjutti - Sävehof kom í finaluna

Óli Mittún gjørdi systkinabarninum eftir. Eftir eitt kappingarár á besta liðnum hjá H71 skifti hann til IK Sävehof, og hevur 17-ára gamli bakspælarin fingið størri leiklut enn væntað - millum annað tí at Elias á Skipagøtu hevur verið skaddur ein part av kappingarárinum.

Ungi landliðsspælarin hevur eisini longu vunnið eitt svenskt meistaraheitið. Hetta var við U18-liðnum hjá felagnum fyri tveimum vikum síðani á stórari finalustevnu í Uppsala. Óli skoraði 11 mál í finaluni og spældi dagin eftir næstan ein hálvleik í aðru hálvfinaluni í Ystads. 

- Hatta var øgiliga stuttligt. Tá eg kom til Svøríkis, visti eg ikki av, at tað var so stórt at spæla U SM. Tað vóru umleið 2.700 fólk til finaluna, so tað var stuttligt at spæla - eisini stuttligt at spæla við teimum í sínum egna aldri onkutíð.

Vit noyddist at kroysta tað eitt sindur úr Óla Mittún, at avrikið hjá honum í finaluumfarinum var heilt gott. Hann var lítillátin og hevði longu vent eyguni móti svenska meistaraheitinum hjá teimum vaksnu.

[object Object]
Elias, Óli og hinir hjá liðnum úr Partille fegnast um finaluplássi (Mynd: IK Sävehof)

Sävehof vann allar tríggjar hálvfinalurnar móti Ystads, og staðfesti harvið ruddliga at teir eru til reiðar at bjóða Kristianstad av. Liðið úr Skåne vann grundspælið og er á pappírinum favorittur til fyrstu finaluna, sum er í Kristianstad. Føroyingarnir og hinir í Sävehof skulu royna at fáa eina perfekta byrjan - teir hava jú eisini Messi í hondbóltshøpi í hópinum, vísti ein svenskur hondbóltstíðindamaður úr Göteborg á í vikuni, sipandi til Elias Ellefsen á Skipagøtu.

Fyrsta SM-finalan verður bríkslað í gongd klokkan 17.10. Tað er liðið, sum fyrst vinnur tríggjar dystir, ið gerst svenskur meistari.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder