Mikudagin og næsta sunnudag spælir føroyska manslandsliðið um pláss í HM-endaspælinum í januar. Til tess at loysa uppgávuna móti Norðurmakedónia krevst helst ein Elias Ellefsen í Skipagøtu í góðum standi.
Spurnartekin um hetta stungu seg upp fyri júst tveimum vikum síðani. Elias var mitt í einum framúr avriki móti Füchse Berlin í Bundesliguni, tá hann meiddi sær knæðið eftir nærdyst. Hoyvíkingurin var ikki í hópinum til fyrru CHL-fjórðingsfinaluna í Fraklandi og kom ikki á vøllin, tá Kiel á nærum ótrúligan hátt vendi tí móti Montpellier í vikuni.
Sí eisini: Kúvending í Kiel
Tað varð tó skjótt greitt, at talan ikki var um ein álvarasaman skaða. Elias á Skipagøtu kundi spælt mikudagin, men baktetan koyrdi væl. Í dag var føroyski stjørnuspælarin aftur í dysti fyri Kiel. Hann spældi samanlagt beint undir eitt korter í smala sigrinum hjá á HSG Wetzlar, ið Teis Horn Rasmussen hevur verið settur í samband við.
Útiliðið og stórfavortturin var í ávísum trupulleikum. Tað koyrdi ikki beinleiðis væl teir seinastu tíggju minuttirnar fyri steðgin, tá Elias var inni - hóast nummar 71 skoraði flott uppá bæði sini skot. Wetzlar var frammanfyri við einum máli í steðginm.
Elias Ellefsen á Skipagøtu fekk eisini allarseinastu minuttirnar í dystinum, sum Kiel vann 29-27. Harvið varð hann ikki ovbyrjaður tríggjar dagar undan fyrra dystinum móti Norðurmakedónia, men spælskiparin fekk nakrar spælminuttir og dystarrútmu aftur: Rìmiliga hóskandi fyri føroyingar.
Elias Ellefsen á Skipagøtu skal gera mun fyri Føroyar, tá norðurmakedónar vitja mikukvøldið (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Hákun West av Teigum spældi einki, tá Hans Lindberg skoraði tíggju mál, og Füchse Berlin vann 29-26 á Gummersbach. Hákun og Elias eru lyklaspælarar hjá Føroyum. Teir eru nú á veg heim og venja saman við landsliðsliðfeløgunum í Hoyvík í morgin - tá verður Portalurin eisini til staðar.
Sí eisini: Nú savnast landsliðið í sambandi við stóru uppgávurnar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald