Nú nærkast til HM play-off dystirnar móti Norðurmakedónia. Heimadysturin verður spældur mikukvøldið klokkan 19 á Hálsi, og um eina viku - sunnudagin 12. mai - í Skopje.
Fyrrapartin í gjár var ein venjing við teimum spælarunum, sum eru komnir til Føroya, umframt fleiri ungum spælarum úr Burn-deildini. Hesa stóðu hjálparvenjarin Julian Johansen og mentalvenjarin Jens á Skipagøtu, ið javnan hjálpir við málverjunum, fyri.
Tað var serliga fyri at summir spælarar, hvørs kappingarár í roynd og veru endaðu nakað síðani, fingu eina eyka venjing og eina inntensa venjing. Kristansand-spælararnir, Bjarni í Selvindi, Helgi Hildarson Hoydal og Tróndur Mikkelsen, vandu eisini allir við í Hoyvík.
Les eisini: Føroyingar gjørdu bart í avgerandi dystinum um upp- og niðurflyting í Noreg
Helgi Hildarson Hoydal (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Í gjárkvøldið og í dag eru nakrir spælarar afturat komnir til landið - millum annað Vilhelm Poulsen ið er ávegis til Bundesliguna. Elias Ellefsen á Skipagøtu og Hákun West av Teigum spæla dyst í júst Bundesliguni seinnapartin, og tískil vera teir ikki til staðar fyrrenn í morgin fyrrapartin. Tá er venjing aftur.
Høvuðsvenjarin Peter Bredsdorff-Larsen og málmansvenjarin/fysioterapeuturin Tom Jensen eru komnir til landið nú, og venjaratoymið skal finna røttur loysnirnar til dystirnar um at koma til HM-endaspælið.
Venjingin í dag verður í Hoyvíkshøllini og byrjar klokkan 17.
Portalurin fer at hava nógv tilfar úr landsliðsleguni næstu vikuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald