Knøðini hava givið hoyvíkinginum og Kiel høvuðbrýggj og ávisar trupulleikar, men eftir nakrar mánaðir uttanfyri strikurnar, var Elias Ellefsen á Skipagøtu aftur inni á vøllinum, tá týska stórfelagið í gjárkvøldið spældi dyst í 7. umfari í Bundesliguni.
THW Kiel tók ímóti uppflytarunum Portsdam. Botnliðið royndi at fáa sínu fyrstu stig á árinum, og bjóðaði risafavorittinum eitt sindur av í Wunderino leikhøllini. Kiel var tó á odda við tveimum málum í steðginum og vann 27-23.
Andreas Wolff stóð væl í málinum við 13 bjargingum (37 prosentum). Fasta álopsketan í ár fekk fleiri steðgir hesaferð, tí Nikola Bilyk og Elias Ellefsen á Skipagøtu vóru aftur á liðnum. Báðir høvdu null minuttir í kappingarárinum áðrenn.
Sambært thw-handball.de kom serliga Bilyk væl inn. Elias skeyt eisini eitt mál, teir minuttirnar hann spældi. 22-ára gamli hoyvíkingurin hevði fýra skot, so hann var ikki beinleiðis effektivur. Elias á Skipagøtu er heldur ikki skrásettur fyri nakað upplegg.
Tað mest umráðandi fyri hann, Kiel og sanniliga eisini føroyska landsliðið er, at spælskiparin kann spæla aftur. Føroyar seta hol á EM-undankappingina um tvær og eina hálva viku, og har hevur spælskiparin við nummar 71 høvuðsleiklutin.
Elias a Skipagøtu aftur á staðnum, har hann helst allarhelst vil vera: Inni á hondbóltsvøllinum. So er spurningurin, hvønn leiklur 22-ára gamli hoyvíkingurin fær í Kiel í ár (Mynd: EHF)
Hákun og teir taptu - Vilhelm og Jóhan bresta saman í dag
Hetta var sætti sigurin av seks møguligum hjá Kiel í oktober - í øllum kappingum. Kiel kom undir liðuna á Füchse, sum tapti á útivølli móti óvæntaða oddaliðnum í Bundesliguni.
Melsungen hevur higartil verið mest støðugt, saman við Hannover-Burgdorf, sum vann við tveimum málum á Füchse Berlin eftir tættan dyst.
Hákun West av Teigum spældi eitt sindur og skoraði uppá sítt einasta skot. Annars spældi Tobias Reichmann á høgra vongi, og skoraði hann trý mál. Royndi týskarin hevur fingið flestu minuttirnar - serliga í Champions League har Hákun ikki sleppur framat.
Hákun West av Teigum stríðist fyri spælitíð á høgra vongi hjá sterka týska liðnum (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Tapið var ein smeitur fyri Füchse, sum hevur 10 stig fyri sjey dystir. Tað sama hevur THW Kiel. Hannover-Burgdorf hevur eisini 10 stig, men liðið hjá Vilhelmi Poulsen hevur spælt ein dyst færri.
Høgri bakkurin, ið allarmest spælir í verjuni, spælir seinnapartin móti Flensburg-Handewitt. Jóhan á Plógv Hansen og liðfelagirnir vitja til lykladyst.
Hannover er á 2. plássi og kann koma undir liðuna á Melsungen í oddinum. Flensburg-Handewitt hevur ógvuliga sterkt lið og kann eisini koma upp á 2. pláss - liðið hevur níggju stig í tøttu Bundesliguni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald