Fótbóltur

Elisabet fer nú eisini til AIK

Mikkjal Thomassen fær fyri triðju ferð 26-ára gomlu hoyvíkskvinnuna sum kropsligan venjara hjá sínum liði. Elisabet Vang skiftir úr Fredrikstad í næstu viku - svenska stórfelagið hevur keypt hana.

Eliasbet Vang hevur í ár millum annað staðið fyri styrkisvenjing og kosti í Fredrikstad, har bæði Jóannes Bjartalíð og Brandur spæla (Mynd: fredrikstadfk.no)

Eliasbet Vang hevur í ár millum annað staðið fyri styrkisvenjing og kosti í Fredrikstad, har bæði Jóannes Bjartalíð og Brandur spæla (Mynd: fredrikstadfk.no)

2024-10-31 15:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Árið í Fredrikstad hevur verið ógvuliga gott, og felagið fer altíð at hava eitt serstakt pláss í mínum hjarta. Hetta er mítt fyrsta felag uttanfyri heimlandi

Elisabet Vang sigur við fredrikstadfk.no, at tað kennist tvísinnað at fara úr Fredrikstad. Tað hevur verið "ein fantastisk uppliving", men 26-ára gamli føroyski fysisiki venjarin heldur, at skiftið til svenska stórfelagið er tað rætta fyri hennara yrkisleið.

Elisabet hevur í ár staðið fyri styrkisvenjing og kosti í FFK. Mikkjal Thomassen fekk hana til KÍ í 2021, har hon var við at lyfta yvirleggjaran væl hægri á kropsliga økinum, og eftir trý FM og annað skrivaði hon undir í Noreg.

AIK hevur keypt Elisabet Vang fyri ein óuplýstan prís. Sambært heimasíðuni hjá Fredrikstad skiftir hoyvíkskvinnan mánadagin 4. november.

Harvið verður hon við til endan av kappingarárinum hjá AIK, sum stríðist um evropeiskt pláss og ikki hjá Fredrikstad, ið hevur eina steypafinalu 7. desember.

Sí eisini: - Hevur gingið skjótari enn vit tordu at droyma um

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder