Hondbóltur

EM: Fá føroysk atgongumerki eftir

Av tí at Føroyar eru í bólki við Sveis, er tað í fyrstu syftu ikki møguligt hjá HSF at fáa fleiri enn nøkur hundrað atgongumerki til tveir teir fyrstu dystirnar.

Pernille Brandenborg og hinar skulu í vetur spæla stórar dystir í Sveis. Spurningurin er, hvussu stór føroysk fjøld verður til staðar (Mynd: Sverri Egholm)

Pernille Brandenborg og hinar skulu í vetur spæla stórar dystir í Sveis. Spurningurin er, hvussu stór føroysk fjøld verður til staðar (Mynd: Sverri Egholm)

2024-05-14 15:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Síðst í november og fyrst í desember skulu føroysku kvinnurnar spæla EM-endaspæl í Sveis.

Allir dystirnir í bólkaspælinum verða spældir í Basel. Atlantic Airways flýgur beinleiðis til sveisiska býin 27. november og aftur eina viku seinni, og ferðaskrivstovan 62N ætlar at koma við einum bólkatilboði.

Eftir lutakastið miðskeiðis í apríl søgdu umboð fyri Hondbóltssambandið seg vóna, at heilt nógvir føroyingar fóru til Sveis, og at hýrur líknandi honum í Berlin fór at síggjast. Ein vón um "nakrar túsund føroyskar áskoðarar" varð nevnd.  

Sí eisini: 
Andrass Thomsen: - Vóna at endurskapa góða stemningin
Hallur Danielsen: - Vóna at síggja nógvar føroyskar áskoðarar í Sveis

Tað hevur tó víst seg at verið trupult at fingið nógv atgongumerki til føroyska øki í høllini. Í fyrstu syftu var talan um umleið 300 atgongumerki.

St. Jaokbshalle er stór og tekur vanliga millum 8.000 og 9.000 fólk til hondbóltsdystir. Trupulleikin er tann, at Føroyar eru í bólki við Sveis. Fyrst varð tað sæð sum nakað jaligt, at lutakastið gav eina vertstjóð. Hetta gevur tó praktiskar avbjóðingar, um Føroyar skulu hava heilt nógvar áskoðarar við til Sveis.

[object Object]
Savnsmynd: Sverri Egholm

Heimaliðið skal hava meginpartin av atgongumerkjunum, sum eru galdandi til báðar dystirnar í einum umfari í bólkinum. Portalurin hevur fingið upplýst frá Hondbóltssambandinum, at tað bert eru 300 føroysk atgongumerki tøk í fyrstu syftu - høllin er býtt upp í bólkar eftir londuinum.

Atgongumerkini vórðu sett til sølu í síðstu viku, og nú eru bert beint omanfyri 50 eftir, upplýsir HSF. Her er talan um ein pakka fyri allar tríggjar dystirnar.

Til ber at keypa hesi atgongumerkini HER - EURO-FAR skal veljast í ávísta teignum

Harvið ræður um at skunda sær, um ein ætlar til Sveis og ætlar at sita í føroyska økinum í St. Jakobsehalle. Umbøn er tó send til EHF um at fáa fleiri atgongumerki, tá sponsorar í Sveis og onnur helst lata nøkur atgongumerki inn. Eisini væntast at Kroatia helst ikki fær eini 300 fólk við sær. Í so fall fer restin av teimum atongumerkjunum møguliga til Føroyar.

Til seinasta dystin hjá Føroyum eru nógv dagsatgongumerki tøk. Hesin er ímóti Danmark. HSF viðmælir føroyingum at keypa í sektión A2, sum er uppat føroysku áskoðarunu, um man bert velur hendan dystin. Hendan dagin skal sveisiska hondbóltssambandið ikki nýta eins nógv atgongumerki sum á dystardegi 1 og 2.

Yvirlitið fyri dagsatgongumerki er her



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder