Vinnur føroyska manslandsliðið hjá Føroyum seg til EM-endaspælið í 2026 verður Oslo heimavøllurin.
Skipanin er soleiðis, at hýsandi londini, í hesum førinum Noreg, Danmark og Svøríki, kunnu velja eitt annað land, sum skal spæla hjá teimum.
Hetta við tí fyri eyga at fáa flestar áskoðarar til innleiðandi umfarið.
Noreg hevur í hesum førinum valt Føroyar at spæla í Oslo, Danmark hevur valt Týskland at spæla í Herning og Svøríki hevur valt Ísland at spæla í Kristianstad. Hetta merkir samstundis, at um Føroyar vinna seg til EM-endaspælið, so koma Føroyar ikki at verða í bólki saman við Noreg, Svøríki, Danmark, Týsklandi ella Íslandi, sigur Hondbóltssambandið.
EM26-undankappingin byrjar á heimavølli mikudagin 6. november móti Kosovo. Kunning um atgongumerkjasøluna til hendan dystin kemur út í næstum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald