Í fyrsta dystinum í 2. umfari í VFF Cup heili 12 mál, og heimaliðið fekk ellivu av teimum.
Tað var tó B68, ið fekk fyrsta málið, ið tveir fyrrverandi NSÍ-leikarar stóðu fyri, tá eitt korter var leikt: Andri Benjaminsen legði upp og Steffan Løkin skoraði. Minuttin eftir javnaði NSÍ, og tíggju minuttir málið til 0-1 var 3-1.
Í hálvleikinum kom millum annað Petur Knudsen, ið ikki var við á Eiði fríggjakvøldið, inn, og hann var við í heili seks málum eftir steðgin. Ein annar innskiftari var 17-ára gamli Jørgen Nielsen, ið gjørdi hattrikk. B68 spældi við yngri liðið í 2. hálvleiki, og tað skrædnaði av álvara seinasta stóra hálva tíman.
NSÍ er nú á odda í VFF Kup við seks stigum fyri tveir dystir og við málúrttøkuni 15-2.
VFF CUP 2. Umfar
Mikudagin 21.01
NSÍ - B68 11-1 (3-1)
0-1: Steffan Løkin (Andri Benjaminsen)
1-1: Aron Knudsen (Pætur Turiðarson Skipanes)
2-1: Klæmint Andrasson Olsen
3-1: Jógvan Højgaard (Sølvi Sigvardsen)
4-1: Búi Egilsson (Petur Knudsen)
5-1: Petur Knudsen (Meinhard Janusarson)
6-1: Beinir Nolsøe (Petur Knudsen)
7-1: Jørgen Nielsen (Petur Knudsen)
8-1: Jørgen Nielsen (Meinhard Janusarson)
9-1: Petur Knudsen (br.)
10-1: Jóhan T. Davidsen (Petur Knudsen)
11-1: Sjálvmál (Búi Egilsson)
Tøl: bolt.fo og dystir.fo
Í morgin - Fríggjadagin 22/1
18.30: B36 - EB/Streymur (Tórsvøllur - beinleiðis á Rás 1)
19.00: Skála - 07 Vestur
Leygardagin 23/1
HB - ÍF
KÍ - Víkingur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald