Fótbóltur

Endaðu aftur á 3. plássi í Nations League

Fyri tveimum árum síðani fingu Føroyar tvey stig fleiri í Deild C. Sum heild fáa Føroyar ofta stig í Nations League.

Meinhard Egilsson Olsen og liðfelagarnir fingu eisini stig í fýra av seks stigum i 2022 - tá vunnu Føroyar tó tveir dystir. Hesaferð varð talan um ein sigur, tríggjar javnleikir og ein tap og harvið seks stig heldur enn átt (Mynd: Andrei Antal)

Meinhard Egilsson Olsen og liðfelagarnir fingu eisini stig í fýra av seks stigum i 2022 - tá vunnu Føroyar tó tveir dystir. Hesaferð varð talan um ein sigur, tríggjar javnleikir og ein tap og harvið seks stig heldur enn átt (Mynd: Andrei Antal)

2024-11-19 11:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fjórða Nations League-kappingin er av fyri Føroyar. Vegna sigurin í Armenia verður eingin dystur í mars fyri at sleppa undan niðurflyting til Deild D. Av tí at tað ikki eydnaðist at fáa stig í Skopje sunnudagin, verður ei heldur nakar dystur um uppflyting til Deild B í mars 2025. Tá skulu Føroyar heldur spæla venjingardystir.

Sí eisini: 
Føroyar vunnu loksins aftur
Føroyar hava tryggjað plássið í deildini
Tóku ikki av móti Norðurmakedónia

Føroyar vóru eisini í C-deildini, tí næstniðastu av teimum fýra Nations League deildunum, í 2022. Tá fingu Føroyar átta stig undir Håkani Ericson og toymi: Tveir sigrar (Turkaland og Litava á heimavølli), tveir javnleikir (í Luksemborg og Litava) og tvey tap.

Tað var í 2020, at Føroyar, í aðru Nations League og tí fyrstu kappingini hjá Håkani Ericson, vunnu seg upp úr niðastu deildini. Hetta við 12 stigum (ongum tapi) og 1. plássinum í bólkinum.

[object Object]
Håkan Ericson og toymi fingu stig í 81 prosent av sínu dystum í Nations League. Trupulleikin í ár var, at eingin sigur kom í hús - millum annað í trimum heimadystum (Mynd: Andrei Antal)

[object Object]
Eyðun Klakstein og Atli Gregersen komu inn við nakað øðrvísi ætlanum. Tveir teir seinastu dystirnir vóru góðir á hvør sín hátt - sjálvandi serliga sigurin í Armenia (Mynd: Hans Erik Danielsen)

Deild D var størri - tvífalt so nógv lið - og harvið truplari í tí fyrstu útgávuni í 2018. Afturgongdin undir Lars Olsen byrjaði eitt sindur her, men Føroyar fingu so stig í helminginum av dystunum: 3. pláss og 5 stig, harav fýra móti Malta.

Føroysku menninir fingu stig í øllum heimadystunum í ár. Talan var um javnleikir móti Norðurmakedónia, Armenia og Lettlandi. Føroyar lógu tó niðast eftir dystin móti síðstnevnda og høvdu tveir torførar útidystir eftir. Tá valdi FSF at siga Håkan Ericson og toymi úr landsliðstarvinum, og Eyðun Klakstein, Atli Gregersen og hinir tóku við.

Nations League-luttøkur hjá Føroyum:
Øll árini eru seks dystir spældir - heima og úti móti hvørjum mótsstøðuliði

2018: 5 stig og 3. pláss - venjari: Lars Olsen
Deild D (niðasta deildin)
Mótstøuðulið: 
Malta, Aserbadjan og Kosovo

2020: 12 stig og 1. pláss - venjari: Håkan Ericson
Uppflyting til deild C
Mótstøuðulið: Malta, Lettland og Andorra

2022: 8 stig og 3. pláss - venjari: Håkan Ericson
Mótstøuðulið: 
Turkaland, Litava og Luksemborg 

2024: 6 stig og 3. pláss 
Håkan Ericson fýra teir fyrstu dystirnar: Trý stig
Eyðun Klakstein tveir teir seinastu dystirnar: Trý stig

Mótstøuðulið: Norðurmakedónia, Armenia og Lettland

Samanlagt: 24 dystir.
Sjey sigrar, tíggju javnleikir og sjey tap = stig í 17 av teimum 24 dystunum

Håkan Ericson og toymi hava flest Nations League-dystir. Úrtøkan eftir 15 dystir var 23 stig - stig í 13 av 16 dystum (fimm sigrar og átta javnleikir). Hetta svarar til stig í 81 prosent av Nations League-dystunum undir svenska venjaranum.

Dagført: 11.34  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder