Fótbóltur

Endaliga váttað: Áki Johannesen skal spæla við HB

22-ára gamli nesmaðurin hevur gjørt tvey-ára sáttmála við felagið, har hann skal kappast hart um pláss. Langtíðarmálið hjá fyrrverandi U21-spælaranum er A-landsliðið.

Áki Johannesen í steypafinaluni móti júst HB í 2023, har hann varð kosin dagsins spælari. Verjuspælarin hevur higartil bert umboðað barndómsfelagið (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Áki Johannesen í steypafinaluni móti júst HB í 2023, har hann varð kosin dagsins spælari. Verjuspælarin hevur higartil bert umboðað barndómsfelagið (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-11-17 19:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Vit hava longu ein, og nú kemur ein Áki afturat. Hóast hann bert er 22-ára gamal, hevur hann spælt yvir 100 dystir fyri besta liðið hjá B68, har av 81 í Betrideildini. Komandi tvey árini verða tað so vit i HB, sum koma at njóta gott av dygdunum hjá Áka Johannesen.

Soleiðis skrivar HB á síðu sínari í kvøld. Felagið heldur seg hava fingið fatur á einu av mest spennandi ungu verjuleikarunum í landinum, sum nú tekur næsta stigið.

- Eg haldi, at hetta er eitt spennandi projekt, sum er í gongd við einum spennandi venjaratoymi. Og so er tað kanska meira spennandi at sleppa at spæla við í ovara endanum á stigatalvuni, sigur Áki Johannesen.

Portalurin skrivaði fyrr í dag um, at nesmaðurin fer at skifta felag. Hann hevur spælt 9 U21-landsdystir  sínar styrkir í luftini og í nærdystum. 

- Sum leikari er tað sjálvandi fyrst og fremst verjuspælið, sum er mín styrki. Mær dámar væl at fara inn í nærdystir, og eg haldi eisini at tað er her, at mín styrki liggur. Sum persónur eri niðri á jørðini, og royni ikki at gera alt ov nógv um meg.

[object Object]
Áki Johannesen hevur fleiri U21-landsdystir - næsta málið er A-landsliðið (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

Sí eisini: HB fær spælarar úr B68 og KÍ

Kappingin um plássini í HB er hørð - hetta er nýggi spælarin eisini greiður yvir. Spælarar sum Bartal Wardum, Viljormur Davidsen og Samuel Chukwudi eru til verjupartin í løtuni.

 - Fyrst skal eg arbeiða meg inn á liðið. Eg eri greiður yvir, at her fær man einki frípass. Kappingin er hørð, men tað kann bara vera við til at menna meg. Síðani havi eg eisini ambitiónir um at koma á A-landsliðið, sigur Áki at enda við hb.fo.

Tað er ein smeitur fyri barndómsfelagið B68, sum Áki Johannesen altíð hevur umboðað, at hann fer yvirum Eysturoyartunnilin nú. Sáttmálin millu Áka og HB er galdandi til og við 2026.

[object Object]Áki í nýggjum búna (Mynd: HB)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder