Hondbóltur

Endaliga váttað: Boubacar Dabo er B36-ari

Skjóti maðurin úr Senegal vendur, sum vit skrivaðu í gjár, aftur til føroyskan fótbólt. Partarnir hava gjørt eitt-ára sáttála.

2026-01-15 16:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár skrivaðu vit, at Boubacar Sidik Dabo nærkaðist B36 - nú er tað endaliga staðfest, at hann í 2026 skal spæla við B36.

B36 staðfestir á heimasíðu sínari seinnapartin, at eitt-ára sáttmáli er gjørdur við skjóta álopskenda spælara - hetta eftir eina góða tíð hjá Dabo í Gibraltar.

- Álopsspælarin úr Senegal er fluttur aftur til Føroya eftir nakrar mánaðir á Gibraltar. Har spældi hann fyri oddaliðið Lincoln Red Imps, sum í vetur fekk sjey stig í ligaspælinum í Conference League.

Hóast gongdina ynskti Boubacar Dabo at koma aftur til Føroya.

-  Eg eri fegin um áhugan og álitið, sum B36 hevur víst mær. Hetta verður ein spennandi avbjóðing, tí felagið hevur sett sær greið mál fyri kappingarárið og framtíðina. Spælarahópurin er góður, og eg eri sannførdur um, at vit fara at skapa nógvar góðar og minnisríkar løtur saman, sigur hann við b36.fo.

Sambært Faroeoccer spældi nú 28-ára gamli vongurin/áleyparin 86 dystir í fremstu røð í Føroyum í líka yvir trý ár. Har hevði Dabo samnlagt 43 málstig (mál+upplegg) fyri B68 og EB/Streym - skjótt verður lagt afturat hesum.

B36 hevur higartil ikki fingið nógvar nýggjar spælarar í vetur, men Dávid Biskopstø Andreasen er lagdur afturat. Neyðugt var at fáa styrk til álopspartin, nú millum annað Pætur Petersen og Marius Kryger Lindh eru farnir. Sum skilst kemur onkur afturat í hesum økinum áðrenn kappingarbyrjan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder