Tað hevur leingi staðið greitt, at hon hevur evnini at royna seg á góðum stigi uttanfyri landoddarnar, og eitt skiftið til Danmarkar hevur verið í umbúna í eina tíð. Fleiri feløg hava víst unga føroyska spælskiparanum áhuga.
Tíðliga í síðstu viku skrivaði Portalurin, at Maria Pálsdóttir Nólsoy var nær við einum skifti til Horsens (HH Elite). Hetta er nú endaliga váttað.
Sí eisini: Maria Pálsdóttir Nólsoy skal spæla í bestu donsku deildini
Hetta er við heilsan á Facebook-síðuni hjá HH Elite, har Maria hevur orðið.
- Eg gleði meg ógvuliga nógv at koma til Horsens. Eg havi havt góðar samtalur við Claus (Mogensen. red), sum eg eisini kenni frá føroyska landsliðnum. Eg meti, at hetta er eitt framsøkið felag, hvørs umhvørvi hóskar væl til mín at menna meg í.
Maria Pálsdóttir Nólsoy hevur síðani 2022 spælt fyri føroyska A-landsiðið. Í løtuni hevur hon eitt brot í fingrinum men er við at koma fyri seg (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Høvuðsvenjarin á føroyska A-landsliðnum, Claus Mogensen, er eisini venjari í Horsens. Liðið slapp undan at skula spæla úm niðurflyting úr bestu donsku deildini. Harvið verður talið av føroyskum spælarum í sterku deildini minsta lagi fimm eftir summarsteðgin: Rakul Wardum (Ringkøbing), Súna Krossteig Hansen (Skanderborg), Jana Mittún (Viborg), Pernille Brandenborg (København Håndbold) og nú Maria Pálsdóttir Nólsoy (HH Elite).
Talan er um ein trý-ára sáttmála millum partarnar. Hann er galdandi til summarið 2027.
19-ára gamli bakspælarin er uppvaksin í Neistanum, sum Maria Nólsoy nú skiftir frá. Sum skilst ger Bjørk Franksdóttir Joensen tað sama - hon skal eftir ætlan eisini royna seg í donskum hondbólti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald