Myndin líktist nógv henni frá Bregenz í Eysturríki í apríl í fjør: Føroysku spælararnir vistu ikki heilt, um man var keyptur ella seldur eftir seinasta bríksl.
Áskoðarar og miðlar hugdu eftir telefonini, og hóast tað ikki hevði sæð gott út, tá hálvleikur var kring Evropa, so varð tað eftir seinasta bríks við Ásvellir rímiliga skjott greitt, at Føroyar skuldu til EM.
Hetta útloysti ein stóran føroyskan fagnað, íseldskan samfagnað og nógvar kenslur.
Mynd: Sverri Egholm
Føroysku umboðini vóru í gleðini sasmtundis greið: Dagins avrik móti Íslandi var ikki nóg gott - serliga ikki í álopsspælinum. Tað eru ting, sum skulu betrast fram ímóti endaspælinum og næstu árini.
Samrøður úr Íslandi koma út gjøgnum kvøldið
Sí eisini: Beinleiðis Føroyar - Ísland
Tvey fýra-máls tapið hava verið í vikuni. Tað móti Svøríki er lættari at svøgja, har føroyska avrikið sum heild var flott. Tað skal tó meira til framyvir fyri at flyta føroyska liðið uppaftur longri. Man var nummar 20 í undankappingini - júst 20 lond komu víðari í undankappingini. Samanlagt vera 24 lond við í vetur.
Beint nú er løtan at fegnast. Síðani kunnu fyrireikingarnar so smátt byrja til stóru kappingina, har Føroyar veruliga skulu royna seg. EM-endaspælið verður í Eysturríki, Sveis og Ungarn 28. november til 15. desember.
Lutakastið til tað verður 18. apríl.
Undankappingin til EM-endaspælið 2024
Sunnudagin 07.04 - 6. og síðsta umfar
Ísland - Føroyar 24-20 (8-12)
Føroyskur toppskjútti: Jana Mittún, 8 mál
1. Svøríki 10 stig
2. Ísland 8 stig
3. Føroyar 4 stig
4. Luksemborg 0 stig
-------------------------
Trý'ara rokniskapurin:
Mynd: Sverri Egholm
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald