Fótbóltur

Eru ósigraðir móti Moldova

Vunnu tá Moldova vitjaði fyri tveimum árum síðani og hava spælt javnt í báðum útidystunum. Føroyska liðið er eisini ein lítil favorittur í morgin.

Klæmint Andrasson Olsen legði Føroyar á odda, tá Moldova vitjaði í september 2021. Tað endaði 2-1, og líknandi úrslit hevði verið ynskiligt í morgin (Mynd: Jens Kr. Vang)

Klæmint Andrasson Olsen legði Føroyar á odda, tá Moldova vitjaði í september 2021. Tað endaði 2-1, og líknandi úrslit hevði verið ynskiligt í morgin (Mynd: Jens Kr. Vang)

2023-09-09 13:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tríggjar ferðir áður hava Føroyar og Moldova spælt í A-landsliðshøpi hjá monnum. Liðini hava spælt tvær ferðir í Chisinau og eina ferð á Tórsvølli. Báðir dystirnir í Moldova eru endaðir 1-1, og fyri tveimum árum og tveimum døgum síðani vunnu Føroyar 2-1, tá moldovar vitjaðu.

Sí yvirlit niðanfyri

Innanhýsis dystir millum londini: 

(1) 25. mars 2021, HM-undankapping
Moldova - Føroyar 1-1 (1-0)
9' Ion Nicolaescu 1-0
83' Meinhard Egilsson Olsen 1-1

Byrjanaruppstilling og annað sæst her

(2)  7. september 2021, HM-undankapping
Føroyar - Moldova - 2-1 (0-0)
68' Klæmint Andrasson Olsen (Hallur Hansson) 1-0
72' Heini Vatnsdal 2-0
84' Nicolae Milinceanu 2-1

Byrjanaruppstilling og annað sæst her

24. mars 2023, EM-undankapping
Moldova - Føroyar 1-1 (0-1)
9' Mads Boe Mikkelsen (Meinhard Egilsson Olsen) 0-1
87' Ion Nicolaescu, br. 1-1

Byrjnaruppstilling og annað sæst her

Í HM-undankappingini í 2021 endaðu næstniðast og við fýra stigum í bólkinum. Øll stigini komu móti Moldova, ið endaði aftast. Eitt mál varð givið burtur tíðliga í Chisinau, men Meinhard Egilsson Olsen javnaði seint við sínum fyrsta landsliðsmáli. Í Føroyum skoraði heimaliðið tvær ferðir innan fimm minuttir, áðrenn Moldova minkaði til endaliga úrslitið 2-1.

[object Object]
Meinhard Egilsson Olsen hevur skorað til 1-1 í kuldanum og á vánaliga undirlagnum í Moldova (Mynd: Aleksandar Djorovic)

[object Object]
Á Tórsvølli økti Heini Vatnsdal til 2-0 - tað er bert Klæmint Andrasson Olsen av føroysku málskjúttunum móti Moldova, ið er við hesaferð. Hinir eru skaðaplágaðir (Mynd: Jens Kr. Vang)

[object Object]Mads Boe Mikkelsen sló til og legði Føroyar á odda við góðum máli í Moldova í mars (Mynd: Sverri Egholm)

Fyrr í ár vóru Føroyar omaná í fyrra hálvleiki, tá Moldova var vertir í fyrsta dystinum í hesari undankappingini. Eftir steðgin var heimaliðið tó omaná, og tað endaði 1-1. Harvið samanlagt 4-3 til Føroyar og ein sigur og tveir javnleikir í teimum trimum innanhýsis dystunum. Allir eru spældir innanfyri tvey og eitt hálvt ár.

Í morgin klokkan 17 spæla liðini aftur á Tórsvølli. Útfrá úrslitunum omanfyri, styrkismetingini millum liðini, odssum o.s.fr er lagt upp til javnan dysti. Moldova er nummar 164 á FIFA styrkislistanum. Bert fýra evropeisk lond eru styrkismett lægri. Føroyar eru nummar 129 samanlagt. Sambært veddingarfyritøkunum eru Føroyar ein heilt lítil favorittur til hendan dystin (odds 2,45 í mun til beint omanfyri 3,00)

Hetta er ein góður møguleiki at fáa vunnið sær stig, og nakað av trýsti er á landsliðnum til at gera tað. Hetta hóast Moldova í ár hevur vunnið á Póllandi og spælt javnt móti Kekkia og Eysturríki - síðstnevnda var venjingardystur hóskvøldið.

EM-undankappingarbólkur E
Í morgin, Sunnudagin 10. september
17.00: Føroyar - Moldova

Atgongumerki kunnu keypast her

Støðan eftir fýra umfør: 
Kekkia 8 stig 
Albania 7 stig
Pólland 6 stig
Moldova 5 stig 
Føroyar 1 stig

Seinni í dag hevur landsliðið venjing á Tórsvølli. Tilfar harfrá í kvøld.

Les eisini: Ein nýggj og øðrvísi avbjóðing

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder