Tað var stórt kvøld fyri IK Sävehof og svenskan hondbólt, tá Óli Mittún og liðfelagarnir sendu Bundesliga-felag heim við stórtapi. Sävehof tapti fýra málum í Týsklandi, men í kvøld endaði tað 34-25.
Óli Mittún hevði stóran leiklut í álopsspælinum hjá Sävehof. Hann skoraði bara tvey mál men legði upp til eina rúgvu - millum annað nakrar flottar fríspælingar. 18-ára gamli hoyvíkingurin setti ferð á og trýst á týska liðið. Hann dekkaði eisini á bakkinum í løtum.
Nøkur hæddarpunkt síggjast her, har Óli Mittún (nummar 78) hevur nógvar flottar atgerðir
(Video: EHF/Youtube)
Simon Möller i málinum var eisini øgiligur. Hannover hótti og tók samanløgdu leiðsluna, tá stórir tíggju minuttir vóru eftir. Teir í gulum og svørtum spældu tó bara ógvuliga flott, og vunnu at enda sannførandi.
Hetta var bert aðru ferð í søguni, at svenskt felag sendi týskt felag út av evropeiskari kapping. Óli og teir skulu royna at gera tað sama í fjórðingsfinaluni: Har møta teir Flensburg-Handewitt, sum Jóhan á Plógv Hansen spælir fyri.
Flensburg hevði frí í kvøld - oddaliðið í Bundesliguni gjørdi sítt. Fücshe vann 34-28 á heimavølli móti Kadetten Schaffhausen. Samanlagt var munurin tíggju mál.
Hákun West av Teigum, ið gjørdi fimm mál í Bundesliga-sigrinum um páskini, spældi ikki nakran leiklut í kvøld. Í fjórðingsfinaluni skulu hoyvíkingurin og Fücshe spæla móti franska Nantes.
1/4-finalurnar í European Legue, ið er næststerkasta kappingin fyri lið hjá EHF, eru á skránni seinni í mánaðinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald