Fótbóltur

Everton argaði Chelsea

Liðið hjá Sarri tók ikki av møguleikanum at betra um sína støðu í topp-fýra stríðnum.

Hazard og liðfelagirnir eru framvegis á 6. plássi
(Mynd: EPA)

Hazard og liðfelagirnir eru framvegis á 6. plássi (Mynd: EPA)

2019-03-17 19:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tann seinasti av teimum fimm Premier League dystunum hetta vikukifti varð leiktur í Liverpool. Fyrr í dag vann stóribeiggin í Beatles-býnum tepran sigur í London, ið sendi liðið hjá Klopp upp á oddasessin.

Chelsea hevði undan dystinum ímóti Everton leikt ein dyst færri enn Tottenham, Arsenal og Manchester United, ið liggja omanfyri í stríðnum um Champions League pláss. Liðið úr London hevði møguleikan at koma frammum United og koma uppá javnt við Arsenal. Men tað eydnaðist ikki hjá Chelsea, ið rann seg í eitt lið, sum megnaði at standa ímóti.

Útiliðið hevði bóltin væl meira, men Everton var meira vandamikið, og tíðliga í 2. hálvleiki sló Richarlison til. Dýrtkeypti brasiliumaðurin varð í 72.minutti feldur í brotsteiginum av Marcos Alonso. Gylfi Sigurðsson royndi seg í ellivu metrum, Kepa bjargaði í fyrstu atløgu, men íslendingurin fylgdi sjálvur upp. Hóast tungt Chelsea-trýst endaði tað 2-0, og talan var um ein smeit fyri Sarri og hansara menn, ið hava havt eina góða gongd. Everton gjørdi tað trupult fyri grannarnar fyri tveimum vikum síðani, og hesaferð gjørdist talan um ein sigur.

[object Object]  (Richarlison fekk høvuðsleiklut hjá heimaliðnum í dag - Mynd: EPA)

Støðan í oddinum: 
1. Liverpool 76 stig * Ein dyst fleiri
2. Manchester City 74 stig
3. Tottenahm 61 stig
4. Arsenal 60 stig
5. Manchester United 58 stig
6. Chelsea 57 stig

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder