Seinasti dysturin í 29. umfari í Premier League var í Liverpool, har grannarnir hittust á Goodison Park. Ikki óvæntað var tað inntenst, og tað gjørdist eisini talan um ein tættan og spennandi dyst.
Liverpool hevði tørv á trimum stigum fyri at taka oddasessin aftur frá City. Everton vildi tó gera alt fyri at spilla spælið hjá grannunum. Hetta eydnaðist væl, hóast Liverpool var omaná í 1. hálvleiki. Heimaliðið hevði eitt varið útgangsstøði, men hevði tó onkra rímiliga støðu. Tað var tó Liverpool, ið var meira vandamikið, og størsta møguleikan hevði Salah, tá hann gjørdist rættiliga einsamallir, men Jordan Pickford bjargaði væl.
Í 2. hálvleiki kom Everton betri við. Tað bylgjaði aftur og fram, áskoðarnir vóru væl við, og spentar støður vóru í báðum endum. Tað vóru tó vaknir verjuleikar á báðum liðum, og serliga Van Dijk stóð sterkur í myndini.
Tað kom einki mál, og javnleikur gevur eina rímiliga góða mynd av dystinum. Everton er í einum ongamannalandið, men hetta var ein góður dystur hjá teimum í bláum. Fyri Liverpool var tað ikki nakað vánaligt úrslit, men liðið hevur í løtuni ikki alt í egnum hondum. Mikukvøldið skoraði liðið hjá Klopp fimm móti Watford, men hetta var triðji dysturin útav teimum seinastu fýra, har Liverpool fer av vøllinum uttan at skora.
Everton - Liverpool 0-0
Fyrr í dag vann Chelsea trý týdningarmikil stig.
Støðan:
1 |
Manchester City |
|
71 stig |
2 |
Liverpool |
|
70 stig |
3 |
Tottenham Hotspur |
|
61 stig |
4 |
Manchester United |
|
58 stig |
5 |
Arsenal |
|
57 stig |
6 |
Chelsea * |
|
56 stig |
7 |
Wolverhampton |
|
43 stig |
8 |
Watford |
|
43 stig |
9 |
West Ham |
|
39 stig |
10 |
Everton |
|
37 stig |
11 |
Leicester |
|
35 stig |
12 |
AFC Bournemouth |
|
34 stig |
13 |
Crystal Palace |
|
33 stig |
14 |
Newcastle |
|
31 stig |
15 |
Brighton & Hove Albion * |
|
30 stig |
16 |
Burnley |
|
30 stig |
17 |
Southampton |
|
27 stig |
18 |
Cardiff |
|
25 stig |
19 |
Fulham |
|
17 stig |
20 |
Huddersfield Town |
|
14 stig |
* Ein dyst færri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald