Skírisdag eru seks ár liðin síðan Eydnudeildin skipaði fyri fyrstu hondbóltsvenjingini. Leygardagin verður altjóða EydnuCup á øðrum sinni
Leygardagin 30. mars skipar Eydnudeild fyri EydnuCup2024 í høllini á hálsi í Havn.
Umframt umleið 50 luttakarar úr feløgunum hjá Eydnudeild í Føroyum, Músabróðir úr Klaksvík, Svanunum úr Suðuroy og Lundapisunum í Kollafirði, koma eini 30 hondbóltsspælarar úr Danmark at luttaka.
Hetta aðru ferð, at Eydnudeildin hevur vitjan úr Danmark. Í 2022 skipaðu vit á fyrsta sinni fyri EydnuCup, og hetta var so mikið væl eydnað, at vit valdu at gera hetta aftur í ár. Vónandi verður hetta ein afturvendandi kapping, sum okkara stjørnur – og útlendskir gestir – kunnu gleða seg til.
Eydnudeildin hevði sína allarfyrstu venjing skírisdag í 2018, og sjálvt um skírisdagur ikki fellur á sama dato, so hava vit valt, at føðingardagurin hjá Eydnudeildini er skírisdag. Í ár fylla vit seks ár.
Allar rættar stjørnur elska føðingardagar, og tað gera vit eisini. Hvørt ár hava vit gjørt okkurt serligt burtur úr okkara føðingardegi, og í ár feiðra vit 6 ára dagin við EydnuCup2024.
Hondbóltspælarnir eru í miðdeplinum henda serliga dag. Vit byrja sjálvandi við einum ordans innmarsji. Allar stjørnurnar fáa goodiebags við ymiskumlekkrum í, og sjálvandi gull heiðursmerki tá kappingin er liðug. Hondbóltsligi parturin endar við konfetti og útmarsji. Aftaná verur gallaveitsla.
Allir leikarar hava møguleika at koma í make-up zonuna, har bæði gentur og dreingir kunnu ordna hár og pynta seg við glimmur. Til veitsluna verður góður døgurði og so er stjørnuhugni fyri rest við slush ice, DJ Magnus og dansi.
Tað er ókeypis at koma at hyggja eftir EydnuCup2024 í høllini á Hálsi. Innmarsjurin byrjar klokkan 11. Tóra við Keldu, forkvinna í Megd setur stevnuna og eftir tað verða liðini deild upp og tað verður felags upphiting. Hondbóltsdystirnir byrja kl. 11.30.
Tíðindaskriv frá Eydnudeildini
Myndir: Andrei Antal
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald