
Nú er greitt hvussu spælast skal í 6. umfarið, ið eru kvartfinalurnar í FA Cup:
Swansea - Manchester City
Watford -Crystal Palace
Wolves - Manchester United
Millwall - Brighton
Lutakastið var á Stamford Brigde, har seiansta áttandapartsfinalan varð leikt, og har United sló Chelsea út
Manchester City er favorittur at vinna kappingina. Liðið hjá Guardiola skal, eins og í farna umfari, til Wales at spæla. Tvær Premier League-uppgerðir eru, har tann á Molineux er sera áhugaverd. United skal royna at koppa úlvunum, ið hava havt eitt gott kappingarár í Premier League.
Fjórðingsfinalurnar verða leiktar vikuskifti mitt í mars - í viku 11.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald