Fótbóltur

Fáa bert eina viku at fyrireika seg til HM-endaspælið

Franska L'Équipe hevur fingið fatur á upplýsingum, ið UEFA hevur givið limalondum um HM-endaspælið í einum brævi. Av tí at endaspælið næsta ár verður um veturin, er tað mitt í einum kappingarári, og hetta fær stóra ávirkan á fyrireikingarnar.

2021-10-13 19:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað verður ikki viðkomandi fyri Håkan Eriksen, hansara toymi og føroyska hópin, hóast A-landsliðið seinastu fýra dystirnar hevur avrikað væl. Ístaðin verður tað til høvuðbrýggj hjá Kasper Hjulmand, Hansi Flick og hjá teimum flestu av hinum 30 venjararunum eisini, at teir bert fáa eina viku saman við hópunum, áðrenn endaspælið.

Hetta skrivaði L'Équipe í gjárkvøldið. Stóri franski ítróttarmiðilin hevur fingið fatur á kunning, ið UEFA hevur givið sínum 55 limalondum í brævi um HM-endaspælið fyrr í ár. Har verður gjørt greitt, at leikarar, ið skulu spæla í endaspælinum, ikki verða leysgivnir til landslið síni fyrrenn 14. november. Hetta er júst eina viku, áðrenn endaspælið í Katar fer í gongd.

Harvið verður ikki long tíð hjá leikarunum at fyrireika seg heilt til HM, og venjaratoymini hava ikki so góðar fyritreytir.

At tað verður so knapt kemst av, at HM-endaspælið fyri fyrstu ferð í søguni ikki verður í juni og/ella juli, av tí at veðurlagið í Katar ikki er til at spæla fótbólt á hægsta støði á hásumri. Harvið verður endaspælið mitt í kappingarárinum hjá teimum flestu stóru deildunum í Evropa og aðrastaðni, og tað er ein av punktunum, ið talar ímóti, at Katar skal sleppa at vera vertur.


placeholder
placeholder