Í landsliðssteðginum hjá monnum var millum annað olympisk undankapping á skránni. Frakland hevur pláss sum vertir, og millum annað Danmark og Svøríki hava spælt seg til virðismikil OL-pláss við avrikum í endaspølum seinastu árini.
Seks pláss vóru eftir, sum tólv lond spæld um. Tríggir bólkar vóru - í trimum ymiskum londum - har tvey tey ovastu liðini í hvørjum bólki komu víðari.
Tað vóru teir seks favorittar, sum spældu seg víðari, og øll eru evropeisk lond: Spania, Slovenia, Kroatia, Týskland, Ungarn og Noreg.
Noreg, sum Føroyar fingu stig ímóti í EM-endaspælinu, vístu seg væl fram í Ungarn, har vertirnir koppaðu Portugal í stríðnum um 2. plássið.
Týskland tapti fyri Kroatia á heimavølli men vann á Eysturríki í avgerandi dystinum.
Spania reisti seg eftir eitt vánaligt EM. Slovenia, ið vann á Føroyum í fyrsta dystinum í Berlin í januar, sigraði á Brasil.
Hesi tólv londini skulu spæla í OL í summar:
Hjá kvinnunum koma tey seinastu seks plássini uppá pláss í næsta mánaða. Har eru Danmark og Noreg millum annað longu tryggjað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald