Rumenia var eitt hondbóltsstórveldi í sekstiárunum og í sjeytiárinum, tá liðið eitt tíðarskeið vann fýra útav fimm heimsmeistaraheitinum - tað seinasta í 1974 - og fýra OL-heiðursmerki á rað.
Tað seinasta kom í 1984, og tá var stórtíðin hjá Rumenia so at siga farin. Síðsta heiðursmerki, ið landið hevur vunnið í manshondbólti, var í 1990. Síðani hava lond har á leiðini sum Ungarn, Kroatia og Serbia staðið seg greitt betur, og menninir hjá Rumenia hava ikki verið til eitt endaspæl síðani HM í 2011 - seinasta EM-endaspælið liggur 28 ár afturi í tíðini.
Hóast Rumenia ikki longur telist millum ovaru hondbóltstjóðir í Evropa, so verður talan um ein truplan dysti hjá Føroyum í morgin. Rumenia tapti gamaní í Eysturríki í fyrsta umfarið í bólkinum, men liðið vann síðani 34-26, tá Ukraina, ið fýra dagar frammanundan hevði vunnið á Føroyum, vitjaði.
Elias á Skipagøtu kann blíva lykilin - her saman við málmansvenjaranum og fysioterapeutinum, Tom Jensen (Mynd: Sverri Egholm)
Um hugt verður eftir, hvørji odds veddingarfyritøkurnar geva, so er Rumenia eisini favorittur. Útiliðið gevur millum 1,50 og 1,65 hjá flestu stóru veddingarfyritøkum, meðan Føroyar liggjan beint undir ella beint yvir 3,00.
Her er talan um ein heilt fittan mun - serliga tá hugsað verður um, at Føroyar eru á heimavølli. Júst heimavøllurin kann tó gerast umráðandi, og útselt er til dystin. Eisini hava Føroyar sín mest umráðandi spælara, Elias Ellefsen á Skipagøtu, tøkan aftur. Flestu av spælarunum á rumenska liðnum spæla yrkishondbólt í bestu rumensku deildini. Meistararnir har spæla í Champions League.
Føroyar kunnu vinna seg frammum Rumenia á stigatalvuni í EM-undankappingarbólki 4 við sigri í morgin. Fyrsta bríksl á Hálsi verður klokkan 19.00.
Undankapping til EM-endaspælið 2024
3. umfar - mikudagin 8. mars 2023
19.00: Føroyar - Rumenia
Støðan í bólki 4 eftir tvey umfør:
Eysturríki 4 stig
Rumenia 2 stig
Ukraina 2 stig
Føroyar 0 stig
Portalurin fer at hava ymiskt tilfar til sjálvan dystin, sum annars kann síggjast í KVF; beinleiðis frásøgn verður á FM1.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald