HSF: Týsdagin var nýggjur sáttmáli millum Hondbóltssamband Føroya og P/F Poul Michelsen undirskrivaður um Faxe Kondi kappingina
– Vit fegnast um, at góða samstarvið við HSF heldur fram, sigur Gunnar Mohr, stjóri í P/F Poul Michelsen.
– Føroyskur hondbóltur er í eini stórari og spennandi menning og vilja vit vera við á ferðini. Vit eru errin av, at stuðla føroyskum hondbólti og vilja vit gera okkara til, at karmarnir kring hondbóltin eru so góðir sum gjørligt.
Faxe Kondi hevur verið steypakappingarstuðul hjá HSF síðan 2015. Stóra steypafinaluvikuskiftið er vorðið hæddarpunktið í heimliga hondbóltskappingarárinum, bæði hjá leikarum, familjum, áskoðarum og hondbóltsglaðum føroyingum.
Nýggi sáttmálin er galdandi í 2025/26.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald