
Botnbrakið og Suðuroyaruppgerðin hevði allan tann inntensitetin og spenningin, sum áskoðarar kundu vónað - og ta úrslitið sum tey í sunnara parti av Suðuroynni vildu hava:
Fimm mál, øll í fyrra hálvleiki, ferð og nógvur nærdystir, lív í uttanfyri vøllin, eitt reytt kort umframt spenning til tað seinasta.
TB legði út sum eitt óløgi og eitt dreymafríspark hjá Nikolai Johannesen eftir fimm minuttir endaði í netinum. Eftir tjúgu minttir var tað Samudeen Musah til Musah Armah, og so var 2-0 í Trongisvági.
Menninir hjá Pól Thorsteinsson ressaðust tó við. Teir vístu eisini tenn móti HB mánakvøldið, og longu fyri steðgin var 3-2 til FC Suðuroy
Tað gekk ógvuliga skjótt fyri seg: Emmanuel Andorful úr Gana minkaði fyrst um minin, tveir minuttir seinni vendi liðformaðurin Pætur Augustinussen sær væl og smekkaði bóltin flott í netið, og tveir minuttir seinni legði ein annar lokalur, Fríði Holm, gestirnar á odda. Hetta var, tá áleyparin revsaði stórt verjumistak væl, og so var alt vent á høvdið.
TB megnaði ikki at svara aftur eftir steðgin, hóast støður vóru. Fyritreytirnar vórðu eisini verri í 70. minutti, tá liðformaðurin Ragnar Joensen fekk sítt seinna gula kort. Tað endaði 3-2 til FC Suðuroy, sum fyri aðru ferð í ár vann á arvafíggingunum norðanfyri.
Hesin sigurin kann gerast ógvuliga týðandi fyri FC Suðuroy, sum nú hevur fýra sigrar - allir móti liðunum sum nú eru niðanfyri seg. FC Suðuroy er omanfyri strikuna undan seinasta triðingin og hevur lagt trýst á TB og 07 Vestur.
Betrideildin 18. umfar
Sunnudagin 10. august
TB - FC Suðuroy 2-3 (2-3)
6' Nikolei Johannesen 1-0
21' Samudeen Musah (Musah Armah) 2-0
34' Emmanuel Andorful 2-1
36' Pætur Augustinussen (Fríði Holm) 2-2
38' Fríði Holm 2-3
HB - EB/Streymur 1-2 (0-0)
Víkingur - B36 4-2 (1-1)
17.15: NSÍ - 07 Vestur (1-0)
Friggjakvøldið 8. august
KÍ - B68 7-0 (4-0)
Sí eisini: Als eingir evropeiskir timburmenn hjá KÍ á Summarfestivalinum
Støðan í Betrideildini:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald