Hondbóltur

Ferðadagur hjá føroyska liðnum

Føroyingarnir flúgva til Danmarkar nú seinnapartin, síðani víðari til Wien og til síðst Skopje. Ferðalagið kemur fram seint í kvøld - avgerandi dysturin er sunnukvøldið.

Føroysku spælararnir savnast aftur á flogvøllinum seinnapartinum. Nakað av ferðing er fyri framman (Mynd: Sverri Egholm)

Føroysku spælararnir savnast aftur á flogvøllinum seinnapartinum. Nakað av ferðing er fyri framman (Mynd: Sverri Egholm)

2024-05-10 12:19 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroysku spælararnir høvdu í gjár eina lætta venjing, umframt eftirmeting av fyrra dystinum, og síðani kundu spælararnir taka sær eitt sindur av løttum. Tá teir eru í Føroyum, er man bert á gistingarhúsið frá kvøldinum fyri dystin (MD-1) til sjálvan dystin.

Í nátt skulu føroysku spælararnir sova á flottum gistingarhúsi í Skopje - skamt frá stóru dystarhøllini sum verður nýtt sunnudagin. Tað er tó talan um eina langa ferð: Fyrst úr Vágunum seinnapartin (14.30 eftir ætlan), síðani úr Keypmannahavn til Wien - ein eitt sindur styttri túrur - og síðani í kvøld eitur tað Wien - Skopje.

Føroyska ferðalagið kemur eftir ætlan til norðurmakedónska høvuðsstaðin stutt eftir midnátt lokala tíð. Tíð er síðani at hvíla, venja og fyrireika seg - allur leygardagurin og nógvir tímar sunnudagin eru til tess.

Fleiri føroyskir áskoðarar vera við. Samanlagt vera umleið 100 útiáskoðarar, upplýsir HSF. Summi eru longu í Skopje, fleiri fara úr Føroyum seinnapartin og summi "hoppa við" úr Keypmannahavn.

Portalurin verður við á ferðini, og vit hava ymiskt tilfar í dag og nógv um vikuskiftið. Seinni HM-playoff dysturin byrjar klokkan 18 føroyska tíð, sunnudagin 12. mai. Føroyar eru á odda við sjey málum undan avgerandi dystinum. 

Sí eisini: Kjartan: Merkir nógv fyri føroyskan hondbólt kappast millum tey bestu

Sí eisini: Møguliga nóg stórur munur undan dystinum í Norðurmakedónia

Dagført 13.29: Flogferðin úr Føroyum er fyribils útsett til 16.00 vegna mjørka - flogfarið sum skuldi koma úr Keypmannahavn varð útsett men er nú á veg. Sambært HSF verður hetta tó ikki ein trupulleiki - viðføri verður tjekkað inn allan vegin, og tað er ein tími millum væntaða lending í Keypmannahavn og fráferð aftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder